Føroyaprent grøna gávu frá Etika

Før­­oy­­­a­prent hev­ur fing­­ið eitt ord­ans herð­a­klapp, við »grønu gávuni« á heil­ar 42.320 kr frá Etika. Hetta hendi á ráð­stevnu í Norð­ur­land­a­­hús­i­num 13. mai, í samband við um­hvørv­is­vik­una sum Tórs­havn­ar Komm­una skip­ar fyri.

Dómsnevndin er mann­að við um­boð­um frá A­g­en­da 21 stovuni, Tórs­havn­ar kommunu og Um­hvørv­is­stov­uni, og Før­oy­a­prent fær hendan stóra heið­ur, fyri at:

brúka umhvørvisrætt pappír
brúka vegetabilskar prentlitir
endurnýta prentlutir
minimera pappírsspill og burturkast
spara um orkunýtsluna og at brúka sum mest varandi orku
hava atlit til evnafrøði í arbeiðsumhvørvinum
planta trø í Føroyum

Føroyaprent er einasta fyr­i­tøka í Før­oy­um, sum er Svan­a­merkt, og er um­hvørv­is­leiðsla hjá teimum merkt av krøv­um til góðkenningina. - Í apríl í ár fóru vit undir at planta trø við viðarlundina í Kerjum uppi við Hotel Føroy­ar. Hetta er eitt skógarfriðað øk­ið, einar 3.650 m2 til stødd­ar, har pláss er til eini 1.500 – 2.000 trø. Seinni í ár fara vit at planta trø á øðr­um økjum runt landi. Dóms­nevnd­in legði í av­gerð dent á hesa verk­ætl­an­ina hjá Før­oy­a­prent, og takk­aði Før­oy­a­prenti fyri plantingarátakið, sig­ur Føroyarprent.
Etika hevur gjørt av at taka 20 krónur fyri eina kannu av kranavatni. All­ur pen­ing­urin frá sølu av vatni fer ó­skerd­ur í ein umhvørvisgrunn, og verð­ur hes­in pen­ing­ur á hvørjum ári latin til eitt fram­skygt náttúru- og um­hvørv­is­end­a­mál.

- Vit á Føroyaprent eru takk­som og fegin um at tað í ár er Før­oy­aprent, sum fær heið­ur­in. Virð­is­lønin frá Et­ika fer heilt víst at síggjast aft­ur í nátt­úr­u­ni, til stóra gleði hjá okkum øllum, sigur Før­o­­­yaprent.