Føroyanevndin vitjar í summar

Serliga Føroyanevndin hjá Fólkatinginum kemur til Føroya á vitjan 16. til 20. juni komandi ár. Tað sæst at lesa á heimasíðuni hjá Fólkatinginum.
Nevndin fer at vitja løgtingið og tosa við løgtingslimir um útvald evni. Ætlanin er eisini at vitja ymisk virki og hyggja eftir samferðsluviðurskiftum.
Ætlanin er at bjóða forsætisráðharranum við, tá endaliga skráin fyri føroyavitjanina er liðug.
21-mannanevndin er mannað við umboðum úr politisku flokkunum á Fólkatingi. Hon var sett at fylgja við samráðingunum um framtíðarstøðu Føroya, sum vóru í 2000, men helt kortini fram at virka, tá samráðingarnar slitnaðu.