Føroyanevndin verður umskipað

POLITIKKUR Føroyanevndin hjá Fólkatinginum, sum kemur á vitjan í Føroyum í august, skal umskipast, so 29 fastir limir verða í nevndini

Nú, stutt fyri, at Fólkatingið fer í summarfrí, er avgerð tikin um at umskipa Føroyanevndina hjá Fólkatinginum.
Føroyanevndin viðgerð øll mál, sum koma til Fólkatingið og hava við Føroyar at gera. Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, er formaður í nevndini.

Higartil hevur Føroyanevndin – eins og aðrar nevndir – verið mannað við 17 føstum limum og 12 eykalimum. Frameftir verður hetta broytt soleiðis, at 29 fólkatingslimir hava sæti í nevndini. Harumframt verður skipanin við eykalimum slept.

– Broytingin ber í sær, at tað verður bæði ruddiligari og smidligari at arbeiða. Tað skapar eyka umsitingarligt arbeiði at hava eykalimir, ið skulu kallast inn, tá fastir limir hava forfall, sigur Edmund Joensen, nevndarformaður.
Umskipanin av Føroyanevndini er partur av generellari broyting, sum Fólkatingið ger í øllum sínum stóru nevndum, teimum sonevndu »standandi nevndunum« (stående udvalg).
Broytingin kemur í gildi, tá Fólkatingið kemur saman eftir komandi val.

Føroyanevndin kemur á vitjan í Føroyum í august í ár. Limirnir í nevndini skulu hava eitt ávíst innlit í føroysk viðurskifti, og tí vitjar nevndin í Føroyum annað hvørt ár.

– Føroyanevndin er aktiv, og limirnir eru sum heild fegnir um at fáa møguleika at vitja í Føroyum. Her fáa tey fyrstu handar upplýsingar og upplivingar, og her knýtast sambond, sum koma væl við í politiska arbeiðinum, sigur Edmund Joensen, formaður í Føroyanevndini.