Í morgin kemur Føroyanevndin hjá Fólkatinginum á kunningarvitjan í Føroyum. Føroyanevndin er ein fólkatingsnevnd átøk øðrum fólkatingsnevndum. Hon er breitt samansett við 17 fólkatingsumboðum, og hon viðger øll viðurskifti viðvíkjandi Føroyum, ið Fólkatingið hevur áhuga fyri og skal viðgera. Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsformaður, sum er formaður í Føroyanevndini.
Á vitjanini í Føroyum, sum fevnir um fýra dagar, skal Føroyanevndin hitta ymisk umboð fyri hitt almenna, og hon fer eisini at vitja eina røð av privatum fyritøkum. Nevnin skal hitta fólk kring landið og í høvuðsstaðnum.
-Tað er týðandi, at nevndin fær møguleika at fáa fyrstuhandar kunnleika um Føroyar. Vit eru í felagsskapi saman, og felagsskapurin virkar best, tá limirnir í honum hava góðan kunnleika til hvønn annan, sigur Edmund Joensen, sum er fyrsti føroyski formaðurin í Føroyanevndini.