Føroyameistari í kyksilvuri

85 ára gamli Kristmund Ryggstein í Skopun hevur óvanliga nógv kyksilvur í blóðinum og hárinum, men hann er kortini frískur sum fiskurin

Kristmund Ryggstein í Skopun var millum teirra, sum luttók í kyksilvur- og PCB-kanningini hjá Pál Weihe.
Og tøl hansara vóru ikki føgur. Onkur roynd vísti 122 mikrogramm av kyksilvuri fyri liturin í blóðinum, fekk hann at vita i brævi um. Uppgerðin hjá Pál Weihe fyri kyksilvurinnihaldið í blóðinum og hárinum sigur 108,33 sum hægsta virðið.
Heilsuráðini eru, at talið helst ikki skal fara upp um 5,8 fyri kyksilvur í blóðinum og 1,1 gramm í gramminum av hári.
Nøgdirnar av PCB í blóðinum vóru 24,30 mikrogramm í litrinum, og hægsta virðið var 47,66.
- Hetta eru sera høg tøl, men tað samsvarar væl við kostin hjá manninum, sum bæði sum barn, vaksin og seinasta árið undan royndini hevur etið grind og spik, sigur Pál Weihe.
Kristmund Ryggstein er ikki einasti føroyingur við høgum tølum.
- Okkara trupulleiki í Føroyum er, at ein stórur partur av fólkium er yvir hesum marki, og tí hava landslæknin og eg mælt frá at eta so dálkaðan mat sum grind og spik, sigur Pál Weihe.
85 ára gamli Kristmund Ryggstein hevur ongar ætlanir um at leggja um til aðrar kostvanar. Hann heldur seg til tann kost, hann hevur fingið alt lítið.
Høgu tølini av kyksilvuri og PCB hava ikki gjørt nakað við lívsgóðsku hansara. Kristmund Ryggstein hevur verið frískur alt lívið, og at kalla hvønn dag er hann í fjørðinum við báti sínum.