Súni Egholm frá Mouritsens Bussum vann Føroyameistarakappingina í Go Kart fyri virkir. Finalan í Føroyameistarakappingini í Go Kart fyri virkir var leygardagin 27. juni. Talan var um kappingina Føroya Tele Cup, sum var á parkeringsøkinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Kappingin byrjaði vikuskiftið 20.-21. juni og endaði leygardagin 27. juni.
Vinnari gjørdist Súni Egholm frá Mouritsens Bussum, nr. 2 varð Erling Dalsgaard frá felagnum DÍGJ og nr. 3 varð Heini Guttesen frá Autoservice. Ferðasteyp varð latið til vinnandi fyritøkuna.
Kappingin varð skipað við einum innleiðandi umfari og síðan eini kapping um meistaraheitið.
Tað var motorsúkkluhandilin AD-Import í Havn, sum skipaði fyri kappingini. Sponsorar vóru Føroya Tele, Televarpið og Pizza 67.
Agnar Dahl frá AD-Import sigur, at kappingin fekk góða undirtøku, tilsamans vóru 120 luttakarar frá umleið 20 fyritøkum.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum