Føroyameistararnir vórðu heiðraðir

Leygardagin vórðu steyp og heiðursmerki handað føroyameistarunum í flogbólti 2006. Hjá monnum vann Fleyr, og hjá kvinnum vann Dráttur

Seinastu dystirnir í landskappingini í flogbólti vórðu spældir um vikuskiftið, og tað hevði lagað seg soleiðis, at avgerðirnar um FM vóru fallnar undan seinasta umfari.
Bæði føroyameistaraliðini skuldu spæla seinasta dystin í Klaksvík, og fyri bæði Drátt og Fleyr snúði tað seg um at fara til Klaksvíkar at lata seg heiðra.
Dystirnir høvdu ongan veruligan týdning fyri kappingina, men sjálvandi stóð heiðurin upp á spæl.

Dráttur vann seinasta dystin
Kvinnurnar hjá Drátti vunnu sín dyst ímóti Mjølnir, sum liggur aftast á stigatalvuni í meistaradeildini. Mjølnir vann eitt av settunum, men sigurin hjá Drátti gjørdust tryggur.
Fyrsta settið endaði við 25-18 til gestirnar úr Vágum, og annað settið gjørdist munurin enn størri, tí tá vann Dráttur 25-12. Mjølnir ressaðist eina løtu í triðja setti, og tað vunnu kvinnurnar úr Kaksvík 25-21. Í fjórða settið var Dráttur aftur omaná, og tær vunnu 25-17.
Tveir aðrir dystir vóru í meistaradeildini hjá kvinnum. Á Tvøroyri spældu silvurvinnararnir úr TB ímóti KÍF, og hendan dystin vann TB 3-0. Settúrslitini vóru 25-13, 25-14 og 25-13.
Á Kambsdali spældu ÍF og SÍ, og her vann heimaliðið 3-1. ÍF vann síni sett við úrslitunum 25-14, 25-18 og 25-18. SÍ vann annað sett við muninum 29-27.

Mjølnir vann
Hjá monnum gekk ikki so væl hjá føroyameistarunum, tí Fleyr tapti tann seinasta dystin. Spenningurin hevði sjálvsagt verið ein heilt annar, um talan var um ein avgerandi dyst fyri FM-heitið, men her manglaði Mjølnir eitt stig í, og tí var ikki talan um nakran avgerandi dyst. Men sjálvandi vildi Fleyr enda árið við einum sigri á næstbesta liðnum í deildini, men Mjølnir vildi vísa, at teir kunnu spæla upp ímóti føroyameistarunum.
Fyrsta settið endaði við sigri til Mjølnir, sum akkurát hevði munin við 25-23. Eisini í øðrum setti vóru vertirnir omaná, og aftur vann Mjølnir 25-23. Í triðja settið kom Fleyr fyri seg, og havnaliði vann 25-20.
Men so tóktist tað, sum at Fleyr var liðugt at spæla fyri í ár, tí í triðja settið vann Mjølnir stórt, 25-12, og so var dysturin avgjørdur.
Endin var ikki tann besti hjá Fleyr, men tað kundu spælararnir verða líkaglaðir við, tí teir vóru føroyameistarar, og tað var tað, sum hevði veruligan týdning hendan dagin.
Ein annar dystur var í meistaradeildini hjá monnum, og hendan vann ÍF 3-0 á SÍ.

Kappingarárið um at vera av
Eftir dystirnir í Klaksvík vórðu steyp og heiðursmerki handa til spælararnar hjá Drátti og Fleyr. Smílini vóru breið og gleðin stór, tá ið bestu flogbóltsliðini í landinum vórðu heiðrað.
Flogbóltsárið er um at vera av, men ein steypakapping er eftir. Hon verður í Vágum leygardagin, har nýkosnu føroyameistararnir úr Drátti eru vertir.