Føroyameistararnir til Sørvágs

Orsakað av, at stór kapping verður fyri yngri deildirnar í Klaksvík hetta vikuskiftið, verða ikki nógvir dystir leiktir í meistaradeildini hjá kvinnum og monnum

 

Flogbóltur


Føroyameistararnir, Fleyr, skulu sunnudagin til Sørvágs at leika ímóti SÍ, og um ein tekur úrslitini sum hava verði higartil í ár, so skuldi ikki verið nakar ivi um at tað verður havnarliðið, sum vinnur ein tryggan sigur.

Tó kann alt henda í Sørvági, um liðið hevur allar leikarar tøkar. SÍ vann seinasta vikuskiftið eitt sett ímóti Fram, so ikki er óhugsandi, at teir kunnu gera eitt ella annað á heimavølli.

Dysturin í Sørvági verður kl. 16,00 sunnudagin.


Dráttur skal møta Fleyr

Bert tveir kvinnudystir vera hetta vikuskiftið. Dráttur skal møta Fleyr, sum í seinastu viku óvantað tapti 3-1 ímóti ÍF, men seinni vann 3-1 á Fossánesi. Um Dráttur framvegis skal varbeita oddasessin, skal eisini hesin dysturin vinnast, tí Mjølnir, sum er ájavnt í stigum og hevur verið Føroyameistari í fleiri ár, liggur bara og bíðar eftir møguleikanum, at vágaliðið skal snáva.

Dysturin á Giljanesi byrjar kl. 13,00 sunnudagin.


Eisini í Trongisvági

Hin dysturin í meistaradeildin hjá kvinnum verður í Trongisvági ímillum TB og Fossánes. Fossanes hevur higartil ikki fingið nakað stig, so í prinsippinum skuldi hetta verið ein avgreiðsluspurningur, men seinasta vikuskiftið vann liðið sítt fyrsta sett í landskappingini, so um TB ikki hevur eyguni við sær á vøllin, kannn sigurin fara norður um fjørðin.

Dysturin byrjar í Trongisvági kl. 13,00