Tað vóru nakrar uppsettar kvinnur úr Neistanum, sum fór á vøllin í høllini á Hálsi leygardagin fyri at spæla ársins seinasta landskappingardyst. Mótstøðuliðið var grannafelagið Kyndil, sum fyri rúmari tíð síðani hevði tryggjað sær meistaraheitið, meðan Neistin helst noyddist at vinna, um tær skuldu gera sær nakrar vónir um at fáa silvurmerkini.
Høvdu munin allan dystin
Tað var Kyndil, sum beinan vegin setti seg á dystin. Tær løgdu seg á odda og høvdu so leiðsluna gjøgnum allan dystin.
Sjálvt um kvinnurnar úr Neistanum vóru ógvuliga uppsettar undan dystinum, so sást hetta ikki so væl aftur úti á vøllinum, tí har gekk tað illa hjá teimum bláu at fáa spælið at hanga saman.
Álopsspælið hjá Neistanum var alt ov rótut, og tær ferðirnar, ið tær fingu spælt seg til skotroyndir upp á mál, vóru royndirnar alt ov óneyvar, soleiðis at tær antin ikki raktu málið, ella fingu málverjarnir hjá Kyndli fatur á teimum.
Hjá Kyndli gekk hinvegin betur í hond. Álopsspælið hjá teimum gekk rættuliga gjøgnum allan dystin, og fyrstu løtuna av fyrra hálvleiki vóru tað serliga stórskjúttarnir hjá føroyameistarunum, Lotte Sørensen og Ann Hansen, ið hildu sær at gleim, antin við langskotum, ið fóru í málið, ella við fríspælingum inn á strikuna til Conny Poulsen, sum so skoraði.
Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var Kyndil á odda við trimum málum, 7-4. Síðani gekk aftur eitt sindur javnari á, men tá ið farið var til hálvleiks, vóru føroyameistararnir á odda við fýra málum, 14-10.
Ein stórur partur av málunum hjá Kyndli blivu skoraði tíðliga í álopunum. Kvinnurnar hjá Neistanum vóru seinar aftur at verja, og hetta Kyndil sær dælt av og skoraði fleiri mál, áðrenn verjan hjá Neistanum hevði skipað seg.
Kyndil helt tørn og økti so
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki tóktist tað sum um, at Neistin fór at taka seg inn aftur á Kyndil. Tær fingu minkað eitt sindur um munin, men so fór maskinaríið hjá Kyndli í gongd aftur, og ein løta, sum vardi umleið tíggju minuttir, miðskeiðis í seinna hálvleiki, tók fullkomiliga gassið av ballónini hjá Neistanum.
Áðurnevnda løta byrjaði 13 minuttir inn í seinna hálvleik, tá Kyndil var á odda 19-15, og tá ið 23 minuttir vóru leiktir, vóru føroyameistararnir á odda 24-15. Hetta avgjørdi dystin endaligt, men neistakvinnurnar vildu tó gera støðuna eitt sindur meiri heiðurliga, enn hon var tá. Tær fingu minkað aftur um munin til 19-24, áðrenn Kyndil aftur fekk skorað.
Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist 27-21 til Kyndil, sum eftir dystin fekk handað steyp og heiðursmerkir frá formanninum í Hondbóltssamband Føroya, Petur Ova Petersen.
Kyndil er uppiborin føroyameistari, og tær hava, í mun til eitt nú Stjørnuna og Neistan, størri breidd, og hetta hevur verið ein avgerandi faktorur í kappingini um meistaraheitið. Á so at siga øllum plássum hevur Kyndil tveir nóg góðar leikarar, og hetta ger, at venjarin Sophus Dal-Christiansen hevur nógv fleiri streingir at spæla uppá.