Í fagrasta sólskin veðri skipaði Fimleikasambandið fyri B-kappingini og FM fyri tey yngru. Vinnararnir í B-kappingini, vunnu eisini luttøku í FM kappinging. Byrjað var við B-kappingini og vann Støkk tvær av trimum kappingum, í harðari kapping við Havnar fimleikafelag. Flog var við í smágentum og gentum, og hava tær førkað seg nærri og nærri og hava stórar ætlanir fyri framman, tær vilja verða við á A liðnum, og tað eru fimleikara,r sum vilja nakað. Rós uppiborið til teirra.
Úrslit:
Pinkur. Smágentur. Gentur.
STØKK 10,18 Støkk 12.87 HF 13,35
HF 10.07 HF 12,58 Flog 12,48
Flog 9,97
Síðani var fari undir FM kappingarnar, har deildust Støkk og HF um gullið vid at vinna hvør sín bólk.
Úrslit
Pinkur. FM smágentur.
Støkk 13.90 HF 15.07
HF 13.22 Støkk 14,65
Ljósið 12,58 Ljósið 12,18
Støkk B 10,15 Støkk B 11,85
Kappingin fyri tey eldru var 7. mai og fór Havnar Fimleikafelag vid øllum. Liðini hava til undanfarnar kappingar verið sera tøtt, og nógv er vant til FM kappingina. Kappingin hjá kvinnunum gav eisini luttøku í HM, sum verður í Tartu í Estlandi í juni. Og vórðu tað aftur kvinnurnar hjá HF sum vunnu. Tað eru 7 ár síðani byrjað var við kappingunum í estetiskum fimleiki, og hava kvinnurnar hjá HF vunnið 6 kappingar og Støkk 1 kapping.
Úrslit
Gentur Unglingar Kvinnur
HFA 14,55 HFA 14,78 HFA 15,81
HFB 12,06 HFB 12,55 Ljósið 15,10
Ljósið 13,80 Ljósið 14,26
Støkk 12,50 Støkk 14,58