Klokkan 18.30 í kvøld verður dystur í steypakappingini millum Neistan og VÍF í høllini á Hálsi. Hetta er fyrri hálvfinaludysturin.
Eingin ivi er um, at VÍF er favorittur. Tær hava verið sannførandi í ár og liggja á odda.
Vestmenningar hava tó júst spælt tveir dystir í Evropa Cup móti Hellas úr Hollandi. Hetta vóru harðir dystir, har hollendsku kvinnurnar vístu, hvussu hondbóltur skal spælast.
Hetta kann hava við sær, at dystirnir enn sita í beinunum hjá VÍF-kvinnunum. Tað er tí ein fyrimunur fyri Neistan.
VÍF er framvegis favorittur at vinna hesa hálvfinaluna samanlagt og harvið finalusess.