Í morgun fór gentuliðið hjá Havnar Fimleikafelag saman við venjaranum Eyð Strøm, sum í mars mánað vunnu FM-kappingina í estetiskum fimleiki, at luttaka í altjóða kapping fyri gentur í Espoo í Finnlandi
Fríggjadagin skulu tær venja saman við 18 øðrum liðum, sum hava melda til kappingin. Tey eru úr Finnlandi, Danmark, Estlandi, Bulgaria, Russlandi, Kekkia, Ukraina og Spania.
Leygardagin kl. 12.00 byrjar kappingin, og 10 tey bestu liðini koma víðari í finaluna sum verður sunnudagin.
Ikki er lætt hjá okkum at meta um, hvussu leikur fer fram hjá okkara gentum. Vit vita ikki, hvussu støðið er hjá øllum hinum, men vit vóna, at tær fáa eitt gott úrslit, umframt at tær fáa íblástur til at menna fimleikin hjá okkum enn meiri.
Tað verða ikki bara genturnar sum fara at gera seg galdandi í kappingini. Ímillum teir 15 dómararnar eru tveir av okkara dómarum við, Beinta Danielsen og Elna Johannesen, og hetta verður teirra triðja altjóða døming.
Við í ferðalagnum eru eisini Guðrun Guðjonsson samskipari fyri estetiskan fimleik hjá Havnar Fimleikafelag, Hans Jacob Poulsen, formaður og Katrin Abrahamsen, samskipari og umboð frá Føroya Fimleikasambandið
Ferðalagið kemur aftur mánakvøldið 26. mars.










