Føroyameistarar í Go Kart

Føroyameistarakappingin í Go Kart fyri virkir byrjar leygardagin 20. juni. Talan er um kappingina Føroya Tele Cup, sum verður í vikuskiftunum 20.-21. juni og 27.- 28. juni.

Tað er motorsúkkluhandilin AD-Import í Havn, ið skipar fyri kappingini, sum verður á økinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.


Agnar Dahl frá AD-Import sigur, at fleiri virkir hava teknað til, og hvønn dag leggjast nøkur afturat.

Kappingin verður skipað við einum innleiðandi umfari, og síðan eini kapping um meistaraheitið.


Agnar Dahl sigur, at ætlanin er at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak, og verður eitt ferðasteyp latið til vinnandi fyritøkuna. Ferðasteypið kann einans ognast eftir at sama fyritøka hevur vunnið føroymeistaraheitið 3 ár á rað ella 5 ár samanlagt. Umframt ferðasteypið sleppa tey á vinnandi fyritøkuni at eta seg mett á Pizza 67 (max. 25 fólk).


Enn ber til at tekna virkir til kappingina. Tilmeldingarskjal er at finna á heimasíðuni: www.ad-import.fo.