Føroyameistarar á Giljanesi

Higartil eru tað bert Mjølnir og Fleyr, sum hava vunnið bestu kvinnudeildina, men hetta verður helst broytt leygardagin

 

Flogbóltur, kvinnur


Leygardagin kunnu vágagentur tryggja sær føroyameistaraheitið í flogbólti, tá tær kl. 13,30 fara á vøllin ímóti Fossánesi. Dysturin verður leiktur á Giljanesi.

Treytin er, at tær einki sett tapa, tí settmunurin til næsta liðið er eingin og stigini eru tey somu. Men Dráttur hevur ikki havt trupulleikar higartil ímóti Fossánesi, sum higartil í kappingini bert hevur vunnið ein dyst.

Um tað eydnast Drátti at vinna FM-heitið, verður hetta søguligt á tann hátt, at hetta er fyrsta liðið, sum vinnur FM í meistaradeildini umframt Mjølnir og Fleyr.

Lið í Vágunum hava fyrr vunnið FM, men tá hevur tað verið í navninum SÍF og MB, og tá var navnið á bestu deildini 1.deild.

SÍF var seinast vinnari í 1979 og 1980, meðan MB vann kappingina árini 1976, 1977 og 1978.


Aðri dystir

Í Havn leika Fleyr og Mjølnir kl. 13,00 leygardagin í Gundadalshøllini. Hesin dysturin hevur ikki tann stóra týdningin í endaligu støðuni hjá liðunum, uttan tað, at Mjølnir helst ikki skal tapa nakað sett, um tað skuldi hent, at Dráttur snávaði á Giljanesi.


Bronsustríð á Tvøroyri

Hvør vinnur bronsuna verður avgjørt á Tvøroyri sunnudagin kl. 13,00 millum TB og ÍF. Vinnarin av dystinum gerst nr. 3 í endaligu støðuni.






Bert silvurstríðið eftir


Gullspurningurin varð svaraður fyri viku síðani, men annars er einki avgjørt í bestu mansdeildini


Flogbóltur, menn


Hjá monnunum hevur ÍF longur tryggja sær FM-heitið áðrenn seinasta umfar, men enn er ikki heilt avgjørt, um tað verður Fram, Mjølnir ella Fleyr sum vinnur silvurið.

Báðir dystirnir hjá monnunum vera í Havn leygardagin kl. 15,00. Á Eysturskúlanum leika Fram og ÍF og í Gundadalshøllini leika Fleyr og Mjølnir.

Sum tað framgongur eru bert 2 stig á muni millum nr. 2 og nr. 4. Avgjørt er tó, at tað eru bert Mjølnir og Fram, sum kunnu tryggja sær silvurmerkini. Skal Mjølnir vinna silvurmerkin, so skal Fram tapa ímóti ÍF og Mjølnir vinna ímóti Fleyr.

Vinnur Fleyr harafturímóti á Mjølni, so fær Fleyr bronsumerkini og Mjølnir einki, meðan Fram fær silvurin, líkamikið um teir vinna ella tapa ímóti ÍF.

So hetta kunnu gerast tveir spennandi dystir.


Myndatxt

Meðan tað hjá kvinnunum framvegis er spenningur um gullið, tykist spenningurin hjá monnunum at snúgva seg um silvurmerkini