ÍF hevur verið einaráðandi í bestu mansdeildini í hesum kappingarárinum. Um vikuskiftið staðfestu fuglfirðingarnir sína støðu og vunnu føroyameistaraheitið.
Eftir óvanliga tætta dystin í gjár, var spurningurin fremst av øllum, hvussu Mjølnir fór at reisa seg aftur. Dysturin var ikki eins javnur sum í gjár.
ÍF vann 3-1.
Mjølnir vann triðja settið, 25-21, men fuglfirðingarnir fóru upp aftur í ferð í fjórða settinum, og so var eingin ivi. ÍF er greipuvinnari 2011.
Mjølnir ? ÍF 1-3 (18-25, 19-25, 25-21 og 16-25)