Liðið hjá Boga Simonsen (Arne Mikkelsen, Jákup Hjaltalin, Hans Jacob Petsrsen, Arnbjørn Sivertsen og Jens Midjord) vunnu so dyggiliga Í hesum kappingarárinum var litið at ivast í. Liðið hjá Boga Simonsen legði seg á odda beinanvegin í kappingini.
Í fyrstanini var liðið hjá Per Kallsberg (Balle Mohr, Jóannes Mouritsen Egil Sondum, Heðin Mouritsen og Gunnar Mouritsen) hildið at vera ein knáur kappingarneyti, men so var ikki.
Í aðru deild vann liðið hjá Jónu Fridu Hentze (Leivur Holm, Danny Danielsen, Tordis Johannesen, Ninny Rasmussen og Bjarki Johannesen) og tey flyta upp í 1. deild næsta ár.
Eysturoy 2, sum er liðið hjá Halli Ellingsgaard flytur niður, og liðini hjá Salomon Johansen og KBI Klaksvík (Álvur Klakk) skulu spæla um, hvør skal spæla í 1 deild næsta ár.









