Føroyameistaraheitið í billard til Klaksvíkar

Besta billardliðið hjá Klaksvíkar Billardfelag, Kristian Sune Høgnesen og Sonhard Johannessen, vann leygardagin føroyameistaraheitið í billard fyri lið

BILLARD

 

Í allan vetur hevur verið sera jøvn kapping um, hvat av bestu liðunum í billard skuldi fara avstað við føroyameistaraheitinum. Bæði Mimir og Tvøroyrar Billardfelag hava givið Klaksvíkar Billardfelag góða kapping, men leygardagin var alt avgjørt, og tá avtornaði, var sokallaða »veteranliðið« hjá Klaksvíkar Billardfelag tað stinnasta og vann gullið.

Teir báðir, ið manna meistaraliðið, eru teir drivnu Kristian Sune Høgnesen og Sonhard Johannessen, sum báðir hava verið partur av billardspælinum í Føroyum í mong ár, umframt at teir bæði saman og sum einstaklingar hava staðið seg framúr væl.

Hetta føroyameistaraheitið hjá klaksvíkingunum er teirra triðja á rað, so sigast má, at teir síðstu árini hava sitið fastir á føroysku billardtrúnuni.

 

Eygu og met

Seinasti dysturin hjá Klaksvíkar Billardfelag var leygardagin ímóti Mimi, sum eisini hevur tveir veteranar – Steinbjørn í Dali og Jan Müller – á liðnum, og her vunnu klaksvíkingarnir 6-2. Men størsta sigurin í seinasta umfarinum vunnu Max Rasmussen og Óli Joensen, sum spæla fyri Tvøroyrar Billardfelag, tá teir gjørdu eitt ordans hál og vunnu 8-0 á Havnar Klubba.

Endaliga úrslitið gjørdist tí, at Klaksvíkar Billardfelag vann gull og føroyameistaraheiti við 50 stigum. Mimir vann silvur við 42 stigum og Tvøroyrar Billardfelag bronsu við 38 stigum. Havnar Klubbi gjørdist nummar fýra og Klaksvíkar Billardfelag 2 gjørdist nummar fimm í liðkappingini.

Besta spælið í kappingini átti annar av føroyameistarunum, Kristian Sune Høgnesen. Tað var upp á 902 eygu, og somuleiðis átti hann besta einstaka spælið, sum var upp á góð 200 eygu. Steinbjørn í Dali úr Mimi tapti bara tveir dystir í allari kappingina, og tað rakk eisini til eitt met.

 

Kappast víðari

Hóast liðkappingin nú er av, er framvegis gongd í billardspælinum, tí um vikuskiftið verður kappingin um føroyameistaraheitið fyri einstaklingar, og her er Klaksvíkar Billardfelag vertur. Kappast verður í spildurnýggju hølunum hjá felagnum, sum liggja miðskeiðis millum Klaksvíkar Klubba og KÍ-høllina.

Sum vera man, verða fleiri av kendu andlitunum frá liðkappingini at síggja her eisini, har Kristian Sune skal verja sítt føroyameistaraheiti. Ein av avbjóðarunum er liðfelagin, Sonhard, og eisini verða Steinbjørn í Dali og Max Rasmussen roknaðir millum størstu avbjóðararnar.

Av teimum er Steinbjørn tann einasti, sum enn ikki hevur vunnið føroyameistaraheitið fyri einstaklingar, men hann hevur spælt væl í liðkappingini og fer óivað – saman við hinum – at royna at koppa meistaranum, sum í liðkappingini vísti styrki við 25 eygum í miðal.