Í kvøld verður fyrsta Føroyakvøldið í summar í Sjónleikarahúsinum í Havn Nú summarið er komið, byrja eisini sonevndu Føroyakvøldini, sum verða á skránni í Sjónleikarahúsinum hvørt týskvøld klokkan 20 fram til 15. juli.
Á skránni er ein munnbiti av føroyskum mati, so sum turrari grind, skerpikjøti, turrum fiski o.ø.
Eisini verður høvi at fara upp á gólv saman við dansarum úr Dansifelagnum í Havn, har nøkur dansa i føroyskum búna.
Á pallinum framføra sjónleikarar og sangarar brot úr føroyskum skaldskapi.
Á skránni eru nýggir og gamlir sangir, skjaldur, tekstir og yrkingar, sum limir í Havnar Sjónleikarfelag bera fram.
Framført verður á føroyskum, donskum og enskum máli.
Tónleikari er Hans Pauli Tórgarð
Súsanna Tórgarð, sjónleikari, leikstjórnar
Fyri føroyska matinum stendur Oddvør Skarðhamar
Skráin:
1. Framførsla á pallinum
2. Føroyskur dansur frammanfyri pallin
3. Áskoðararnir fáa høvi at smakka føroyskan mat og eina bjór aftur við
Kostnaður 300 kr fyri hvønn