Tann 27. januar fer Annika Hoydal á pall á Teatret ved Sorte Hest í Keypmannahvan, har hon so mangan hevur spælt sjónleik. Lítla, hugnaliga leikhúsið verður karmur um eitt kvøld, har Annika einsamøll á palli syngur, lesur og sigur frá, og alt tilfarið hevur føroyska rót.
Tiltakið verður á Teatret ved Sorte Hest tann 27. januar klokkan 20:00. Í hugnaliga umhvørvinum í intima og cafékenda leikhúsinum er møguleiki at keypa sær okkurt leskiligt.
Annika hevur fingið høvi at læna Teatret ved Sorte Hest á Vesterbrogade 150, og er sjálv fyrireikari, og hevur ein hug at ogna sær atgongumerki, ber til at ringja til Teatret ved Sorte Hest á 3331 0606 millum klokkan 10:00 og 16:00.










