Føroyakvøld í Sjónleikarhúsinum

-

Týskvøldini 13. og 20. juli verður hildið fram við Før-oyakvøldunum í Sjónleik-arhúsinum. Hesi kvøldini eru tað William Heinsen, Rói R. Paturson, Jóanes Nielsen, Ebba Hentze og Gunnar Hoydal ið eiga verkini, framførd verða. Eisini verður eitt lítið dansispæl á palli.

Tónleikin eiga Oddur Jacobsen, Ólavur Jacobsen og Flóvin E. Viderø. Ólavur og Flóvin E. hava undirspælið til leikmyndina.

Leikarar á palli 7. og 13. verða: Jytte Joensen, Rúni Gaardlykke, Hjørdis Trónd, Anna Egholm, Sverri Egholm, Fía Norðberg, Eyrith Leyni, Jóanna Djurhuus og Hanna Jacobsen. Niels Nielsen og Kjartan Hansen taka sær av ljósi og ljóði. Frágreiðing verður á enskum og donskum/ skandinaviskum. Tann 20. verður onkur leikari fyri ein annan, men verkini framførd verða, at kalla tey somu.

Í august mánaða verður aftur eitt sindur øðrvísi skrá skipað, leikarar frá fyrstu framførslunum aftur at síggja og aðrir leikarar aftrat teimum. Arbeitt verður nú við hesi skrá og so sleppur Føroyakvøldsmanningin at hvíla seg, og ólavsøkukabarettin tekur yvir.

Tann 6. og 13. juli skipar Dansifelagið í Havn fyri Føroyska dansinum dansispølum og 20. juli verður Dansifelag Kaggans aftur at hoyra og síggja.

Ingigerð á Trøðni greiðir frá dansi, dansisiði og føroysku klæðunum.

Á Hotel Føroyum, Hotel Hafnia og Rio Bravo borðreiða tey við fiskabuffet og øðrum góðum føroyskum mati.

Atgongumerki fáast í Kunningarstovuni.

Til sýningarnar, sum eru kl. 20.30 fáast atgongumerki eisini í húsinum ein tíma undan sýning.

Øll kvøldini, frá kl. 19.30 hevur Føroya Heimavirkisfelag søluframsýning í Forhøllini.