Føroyakvøld á Jazzfestivalinum

Jazzfestivalur

Í kvøld letur Jazz, Fólka og Blues festivalurin seg í føroyskan búna tá fimm nøvn fara á pall, harav fýra teirra eru føroysk.

Einasta útlendska innslagið í kvøld verður norska trioin Square One Blues Trio.

Føroysku nøvnini í Norðurlandahúsinum í kvøld vera Jassarnir, Green Gate, Páll finnur Páll og Lost Pilgrims, ið má kallast í minsta lagi hálvføroyskur við tað at Jørgen Dahl er oddamaður í hesum bólki.

Tað eru ellivu ár liðin síðan frontmaðurin í Straight Ahead seinast hevur sungið ein tóna á palli í Føroyum. Í kvøld er bólkurin Lost Pilgrims seinastur á palli.

Green Gate við einum góðum parti av fyrrverandi manningini í Plüm og danska saxofonleikaranum Holger Laumann, fer á pall í konserthøllini klokkan átta í kvøld.