Føroyakvøld í Fuglafirði

   

Hósdagin verður Føroyakvøld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og á skránni er bæði útlendskt og føroyskt undirhald er á skránni.
Kvøldið verður hildið í sambandi við, at mentanarstevnan Nordvesten verður hildin í Klaksvík og Fuglafirði hesa vikuna.
Fólkatónleikarar og dansarar úr Noregi verða við til Føroyakvøldið, og so verður ein forvitnislig mótframsýning við føroysku Guðrun & Guðrun, Sirri og Snælduni. Hesi hava havt sýningar av sínum sermerktu klæðum bæði í Føroyum og uttanlands, og tað sigst vera eitt stórt upplivilsi.