Føroyakvøld í Dali

Í summar hevur Kunningarstovan á Sandi skipað fyri sonevndum Føroyakvøldum í Dali, har bygdarfólkið sýnir fram gamla føroyska mentan

Kunningarstovan á Sandi hevur í summar skipað fyri sonevndum Føroyakvøldum í bygdarhúsinum Eiriksgarði í Dali, har sýnd verður fram gomul føroysk mentan. Tað er Vilhelmina Larsen í Dali, sum saman við bygdafólkunum skipar fyri sjálvari kvøldsetuni.
 
Endamálið við hesum kvøldum er at sýna fram - serliga fyri útlendskum ferðafólkum  hvussu vit livdu í Føroyum fyrr í tíðini. Bygdarfólkið tillagar kvøldseturnar til tey, ið koma.
 
Tey karða, nappa ull,  binda bul og mangt annað. Meðan arbeitt verður, verður sagt frá søgu, søgnum ella ævintýrum og sungin verður onkur miðaldarvísa ella skjaldur.
 
Jóannes í Dali plagar at spæla urgu ella harmoniku til kvøldseturnar, men hetta kvøldið var hann burturstaddur, og Vilhelmina spældi tí á harmonikunu.
 
Eisini verða gomul føroysk spøl spæld saman við børnum og ungum í bygdini. Til seinast plaga tey at fara uppá gólv við góðum kvøðarum úr Dali. Borðreitt verður eisini við føroyskum mati.
 
Hesi kvøldini eru sera hugnalig, og útlendsku ferðafólkini fáa eina heilt serliga uppliving. Kvøldini kunnu eisini nýtast til føroyingar t.d. ung fólk, skúlabólkar, sum ikki vita nakað serligt um ullaarbeiði, verður sagt frá Kunningarstovuni á Sandi.
 
 
 
 
 
 
Myndatekstir:
 
 
Hilmar Larsen í Dali greiður frá, hvussu ein spinnur ullina til tógv
 
Vilhelmina Larsen spælir uppá harmonikuna
 
Ferðafólkið roynir tann føroyska matin&
 
Vilhelmina Larsen greiður frá um ullaarbeiði, ímeðan tvær dalskonur binda bul
 
 
 
 
 
 
 
Hey Maggi
 
 
 
Hetta vóru norskir pensionistar, og tí var tað lagað til tey.
 
 
 
Tað er jú gott at varðveita føroyska mentan á henda hátt.
 
Bygdafólkið ið luttók komu væl frá hesum kvøldinum, tey vóru sera
væluppløgd. Og tað virkaðið sum um tey dámdu væl at upptraðka, serliga Vilhelmina Larsen og Jóannes Johannesen. Tey sóu so náttúrlig út.
 
Annars er hetta ideelt at selja til ferðafólk.