Føroyakvøld á Bakka

Fríggjakvøldið verður stórt føroyakvøld í kappróðrarneystinum á Bakka á Glyvrum

Tað er Eysturoyar Kunningarstova, ið skipar fyri tiltakinum. Líknandi kvøld var seinasta vikuskiftið á Selatrað, og undirtøkan var góð við stórari uppmøting.
Á skránni komandi fríggjakvøld verður felagssangur, upplestur, føroyskur dansur og nógvur sera góður føroyskur matur.
? Ofta halda vit, at føroyakvøld bert er fyri ferðandi í Føroyum, men so er ikki. Eitt slíkt tiltak kann eins væl vera fyri føroyingar í Føroyum, ið hava hug at fara út ein túr og fáa ein góðan bita og eina øðrvísi uppliving, siga fyrireikararnir.
Tiltakið verður fríggjakvøldið, og byrjað verður klokkan 19.30. Ætlanin er at enda klokkan 22.30. Kostnaðurin fyri eitt slíkt kvøld er 250 krónur, og atgongumerki fáast á Eysturoyar Kunningarstovu.