Føroyakortið var trumfur

Bæði Jens Otto Kragh og Uffe Elleman Jensen hava brúkt Føroyar sum trumf, tá samráðst hevur verið við NATO um verjuútreiðslurnar hjá Danmark. Tað vísti frágreiðingin um »Føroyar í kalda krígnum«, sum sostatt sáar iva um útsøgnina hjá verjumálaráðnum til føroyanevndina hjá Fólkatinginum

Spurningurin um verjuútreiðslurnar hjá Danmark í NATO hevur javnan verið frammi síðstu árini. Og niðurstøðan hevur ikki altíð verið, at Føroyar einki hava vigað, tá gerast skuldi upp.
Uppundir samráðingarnar við donsku stjórnina í 2000 royndi Føroya landsstýri at vísa á, at Danmark hevur spart risaupphæddir í NATO, tí Føroyar og Grønland eru partar av danska ríkinum. Sagt var, at frá 1976 til 1989 spardi danska stjórnin smáar 90 milliardir krónur í verjuútreiðslum til NATO, tí hon læt øki í Føroyum og Grønlandi frá sær. Somu árini læt stjórnin Føroyum og Grønlandi 60 milliardir í stuðli, og danska yvirskotið var sostatt 30 milliardir krónur. Segði landsstýrið.
Jenis av Rana, tingmaður, nýtir eisini øll høvi at vísa á, at blokkstuðulin er ongin ein olmussa, men eitt gjald fyri, at NATO brúkar føroyska jørð til sínar herstøðir.

Svartabók svarar
Hvussu er og ikki. Niðurstøðan hjá danska verjumálaráðnum, sum onki sigur seg hava spart í verjuútreiðslum til NATO upp á Føroyar, samsvarar ikki heilt við tað, sum kom fram í Svørtubók, frágreiðingini um Føroyar í kalda krígnum. Eitt av teimum fýra punktunum í frágreiðingini snúði seg um »at krevja eina gjølliga frágreiðing frá stjórnini um, hvussu herstøðirnar í Føroyum hava verið mótroknaðar donskum útreiðslum.«
Tað eydnaðist ikki søgufrøðingunum Sámali Tróndi Finnson Johansen og Jákupi Thorsteinssyni at svara spurninginum í krónum og oyrum. Men í teimum skjølum, sum Sámal Tróndur fann í amerikonskum skjalagoymslum kom kortini fram, at Danmark nýtti Føroyar og Grønland sum sjónarmið, tá verjuútreiðslurnar skuldu vigast.
Eitt, sum týðiliga bendir á tann bógvin, er ein fundur í november 1958 millum »Charges d?Affaires« L. Satterthwaite frá amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn og danska uttanríkisráðharran Jens Otto Krag um uppseting av Loran-C støðini í Føroyum.

Ein býtishandil
Á fundinum kemur Krag inn á, at tað er ein samanhangur millum tær lágu verjuútreiðslurnar hjá Danmark og hetta at lata rættin til føroyskt og grønlenskt øki frá sær. Í roynd og veru legði hann tað beinleiðis fram soleiðis, at veruliga orsøkin til, at donsku verjuútreiðslurnar vóru so lágar, var at Danmark læt øki í Grønlandi og Føroyum frá sær til uppseting av hernaðarligu støðunum.
Í frágreiðingini »Føroyar í kalda krígnum« er eitt skjal endurgivið, sum er ein frágreiðing frá fundinum millum Krag og Satterthwaite. Eftir at Krag hevur sæð skjølini hjá sendistøðini um Loran-C støðina í Føroyum, sigur hann, at Danmark við gleði hjálpti NATO og gjørdi sítt til at uppfylla síni krøv við at geva NATO Føroyar og Grønland at ráða yvir. Hetta fekk donsku verjuútreiðslurnar at síggja betri út og gav meining. Og hann var glaður fyri at síggja, at hesin veruleiki var viðurkendur av amerikonsku stjórnini, er Krag endurgivin fyri at siga.
Fundurin snúði seg um at fáa danska góðkenning fyri Loran C støðina á Eiði við teimum hernaðarligu endamálum, ið har vóru. Tí fataði Satterthwaite hetta sum ein býtishandil. Hann svaraði, at hann var fegin um, at Danmark hevði ræði á Føroyum og Grønlandi, og at londini tískil vóru tøk til felags verju.
Hóast fundurin og diplomatiska spælið ikki beinleiðis avdúkar, um danir í veruleikanum seldu Føroyar, so vísir hetta, at eitt »Føroya-kort« tilvitað var brúkt sum ein trumfur hjá Danmark.

Uffe stuðlar
Hetta sjónarmið verður eisini stuðlað av Uffe Elleman-Jensen, sum í dagbók síni frá 1996 greiðir frá, hvussu hann nýtti Grønland og Føroyar í samráðingunum um donsku verjuútreiðslurnar í NATO.
Tað vísti seg eisini at hava størri áhuga hjá amerikanarum at tryggja sær atgongd til føroyska og grønlendska økið enn at trýsta donsku stjórnina til at økja um sínar verjuútreiðslur, so tær svaraðu til tær hjá øðrum londum í NATO, segði hann.
So hóast verjumálaráðið í dag er sannført um, at tað ikki hevur spart útreiðslur í NATO av Føroyum, so eru aðrar ábendingar í søguni um, at Føroyar í sær sjálvum vóru eitt gott kort.

MYNDATXT
Føroyar vóru eitt gott kort hjá Danmark undir kalda krígnum. Kortið varð tikið fram, tá samráðst var um verjuútreiðslurnar til NATO
Mynd: Jens K. Vang