Føroyakortið til GPS-navigatiónsskipanir

Í summar kunnu vit bjóða teimum sum koma til Føroyar at vitja eina nýggja GPS-navigatiónsskipan við øllum Føroyakortinum, bæði til koyring á føroysku vegunum og til gongutúrar í haganum. Tað er ráðgevingarstovan Munin í Havn, sum hevur ment hesa skipan

Fyri tey sum leingjast eftir at kunna nýta GPS-navigatiónsskipan til koyring í Føroyum, og til gongutúrar í haganum, kemur Munin at gera munin, tá teir koma á marknaðin við einum korti við innbygdum Føroyakorti at brúka til navigatiónsskipanir.


GPS-navigatiónsskipan er eisini alt meira vanlig í bilum, eisini her hjá okkum. Men higartil hava vit bert kunna brúkt navigatiónsskipanir, tá vit ferðast uttanlands, og tey sum koma til Føroyar við bili við GPS-navigatiónsskipan hava ongan møguleika at brúka skipanina, tí einki kort er yvir føroysku

vegirnar.


Nú sær út til at vend kemur í, tí nakrir idealistar á ráðgevingarstovuni Munin í Havn eru komnir væl áleiðis við at einum føroyakorti til GPS-navigatiónsskipanir. Verkfrøðingarnir hjá Munin, Bogi Jacobsen og John Zachariassen, siga, at longu nú til jólar fara teir at bjóða ein sonevndan jólapakka við einum berbarum Garmin GPS-ara við innbygdum Føroyakorti.


Í vár verður ein skipan klár við føroyska veganetinum. Teir hava alla tøknina og tey kort sum skulu til fyra at menna eina slíka skipan, sum teir í løtuni eru í ferð við at royndarkoyra. Skipanin virkar longu í Vestmanna og á Argjum, har hon hevur verið royndarkoyrd.


Ráðgevingarstovan MUNIN veitir tænastur innan digitala kortlegging, herundir eisini uppmáting, við hjálp av GIS-skipanum. Fyritøkan heldur til á Dalavegi 47 í Havn. GPS stendur fyri (Global Positioning System). Meira upplýsingar um Munin eru at finna á: www.munin.fo