Føroyahúsið lokkar á Mentanarnátt

Føroyahúsið borðreiðir við bæði fiskasúpan, kórsangi, føroyskum dansi, countrytónleiki, rabarbubarr, upplestri og diskoteki, tá Mentanarnáttin verður í danska høvuðsstaðnum fríggjakvøldið. Sum so mong onnur støð í Keypmannahavn standa dyrnar víðopnar hetta kvøldið.

 

Tiltakið verður í báðum hæddunum í húsinum, og dyrnar lata upp klokkan 18.00. Tá verður borðreitt við fiskasúpan og síðani koma tiltøkini slag í slag. Umframt áðurnevndu tiltøk verða eisini upplestur, framsýning av føroyskt sniðgivnum klæðum og klavertónleikur.

 

Ein neyvari skrá yvir tiltøkini í Føroyahúsinum í annaðkvøld fæst her: www.faroehouse.dk/data/images/Kulturnatten2011FO-NY_web.jpg