Netverkan, vinna, vitanarstøði, tónleikur, brunch og brús. Í dag klokkan 11.00, verður Føroyahúsið á Vesturbrogade 17 A í Keypmannahavn karmur um ein hugnaligan og frøðandi dag, ið Marin Helena Hentze og Sissal Kampmann skipa fyri í samstarvi við Føroyahúsið.
Meðan og aftan á at gestirnir eta brunch, verða framløgur frá ymiskum føroyskum feløgum í Keypmannahavn. - Feløgini fara m.a. at greiða frá teirra virksemi, hvar tey halda til, og hvat tey kunnu bjóða áhugaðum. Ikki minst fara tey at hugleiða um, hvussu netverkan millum fakbólkar og einstaklingar í útlegd kann vera viðvirkandi til at fremja vinnuna og vitanarstøði í Føroyum. Eik luttekur eisini við góðum peningaligum ráðum til lesandi. - Eftir uppleggini verður sjálvsagt høvi til at práta og kjakast um ymisku uppleggini, feløgini, áhugamálini osfr., og ikki minst møguleiki til at netverka.
SKRÁ
10.30 Dyrnar lata upp.
10.50 Brús, brunchbuffet og tónleikur.
11.20 Hans Petur í Brekkunum, leiðari í Føroyahúsinum greiður frá hvat húsið hevur at bjóða.
11.30 Bogi Mouritsen greiður frá um Cafe2.
12.10 MFS ? Birita í Dali og Cecilia N. Poulsen greiða frá um meginfelagið fyri føroyskar studentar í Keypmannahavn.
12.30 LíK - felagið fyri læknalesandi í Keypmannahavn. Andreas Thomsen og Jón Clementsen greiða frá.
12.45 Samvinnan ? Sølvi Jespersen greiðir frá um felagið fyri føroyingum, ið lesa á CBS
13.00 Listafelagið ? Rosa Heinesen greiður frá um Listafelagið í Keypmannahavn. - Um virkesemi, ætlanir, hugsjónir osfr.
13.10 Juraforever - Felagið fyri føroysk juralesandi í Keypmannahavn.
13.25 Alexandra á Dul, Cand.Merc.HRM, fer at greiða frá, hvønn týdning vitunardeiling hevur fingið í okkara samfelag, har nýskapan og broyting er vorðin ein sjálvfylgja, og har hin økti eftirspurningurin eftir tí nýggja og betra er áhaldandi.
13.45 Norðurbryggjan ? Herálvur Joensen sendimaður greiður frá.
14.10 Mpiri ? Hans Mols Mortensen, greiður frá um kórið.
14.20 Kristnastova - Niels Pauli Nónstein fer at greiða frá um virksemið hjá Kristnastovu.
14.40 Umboð frá Ungdómsdeildini hjá Eik geva góð fíggjarráð til lesandi.