Kunning
Fyrr í vikuni skipaðu Altjóða Skrivstovan (ASK) og Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) fyri pisudegi 2011, har lesandi-to-be fingu kunning um, hvat tey skulu gera, tá ið tey fara uttanlands at lesa. Taki fult undir við tiltakinum, tí tað er til frama fyri tey, sum hava tikið eina avgerð.
MFS kom harumframt út við lestrarblaðnum "Pisan 2011" í vikuni, og er tað hugaligur lesnaður, tí tað mótprógvar allar fordómarnar um, at føroyingar bert fara til Danmarkar at lesa.
Kunning
Sanniliga verður nógv gjørt fyri lesandi, tí løgtingið hevur ásannað, at útbúgving er framtíðin, er framburðurin, at útbúgving elvir til virðisøking. Í "Pisuni 2011" fáa lesandi í Danmark nágreiniliga kunning um, hvørjar treytir eru, undantøk, upphædd, áminning, noktan og til síðst, hvussu leingi Føroyafrádrátturin/R-frádrátturin er galdandi. Harafturat fáa tey gjølla kunning um, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið søkt verður eftir fullari skattaskyldu í Føroyum.
"Tað er altíð eitt gott hugskot at søkja um at koma undir fulla skattaskyldu, sjálvt um tú ikki ert vís í at fáa arbeiði í Føroyum."
Sannilga er kunningin góð, tí lesandi kunnu fáa umleið 101.000 skattafríar krónur per skúlaár, um leiðbeiningin verður fylgd.
Føroyar
Verður síðani hugt eftir kunningini (egið research) til lesandi í Føroyum, sær tað heldur øðrvísi út:
Ein lesandi í Føroyum kann søkja um at fáa botnfrádrátt (30.000kr), men harafturímóti missir hann 10 prosent av studninginum fyri hvørja 1.000 kr., hann tjenar yvir 10.000 kr. um mánaðin. Hetta er eitt sindur løgið, tá ið hugsað verður um, at miðalaldurin á Setrinum sambært Studna er 28,6 ár. Tað er tískil ikki óhugsandi, at lesandi á Setrinum hava arbeiði við síðuna av skúlagongdini, tí tey skulu bæði halda hús og forsyrgja børnum.
Í "Pisuni 2011" stendur, at SU hevur eisini eina mótrokningarskipan. Í so máta eru viðurskiftini eins. Og tó.
Á heimasíðuni hjá TAKS er ein leiðbeining til øll, ið lesa uttanlands: "tá tú t.d. kemur heim í summarfrítíðini at arbeiða, fært tú ein botnfrádrátt uppá kr. 30.000".
Við øðrum orðum: ein lesandi í Føroyum og Danmark kunnu arbeiða lið um lið í summarferiuni, men næmingurin á Setrinum rindar fullan skatt og næmingurin í Danmark ongan skatt.
Tú kanst harafturat siga, at ein lesandi í Danmark kann tjena upp til 101.000 skattafríar krónur per skúlaár, meðan lesandi í Føroyum hava møguleikan at tjena 30.000 kr., áðrenn mótrokningarnar byrja.
Rós
Altjóða Skrivstovan og Meginfelag Føroyskra Studenta hava rós uppiborið. Tit hava betrað um umstøðurnar hjá lesandi, og eg vóni, at tit framyvir bøta um viðurskiftini.
"Eg eri farin. Vit síggjast á jólum" og "next stop - Copenhagen" er ein natúrlig frágongd í føroyska samfelagnum. Og tað er nakað, sum vit ikki skulu steðga.
Men vit skulu heldur ikki kroysta tey av landinum, orsakað av vánaligum fíggjarviðurskiftum.
Eg fari tískil at heita á Føroya Løgting um at geva lesandi í Føroyum ein "Føroyafrádrátt til lesandi í Føroyum", sum er eins góður og R-frádrátturin í Danmark. Tit hava longu ásannað, at útbúgving er framtíðin, er framburðurin, at útbúgving elvir til virðisøking.
Nú manglar bara at ásanna, at tað sama er galdandi fyri lesandi í Føroyum.
Hanus Samró
Formaður í HUXA og valevni hjá fólkaflokkinum