Føroyafólk vann við Fólkaflokkinum

Minstaforvinningurin hjá sjómonnum og skattafrádrátturin hjá langfarafiskimonnum skulu varðveitast, hóast landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kravdi hesi avtikið. Rentustuðulin verður verandi, og skattalættaavtalan skal haldast, sum Fóllkaflokkurin kravdi

Seinnastu dagarnar hava vit sæð sanna andlit Sambandsfloksins. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur við treiskni vent sær ímóti bæði veikum og lufaltsligum sterkum og vinnuliga gevandi økjum úti um landið.

Ágangur hansara hevur dyggiliga verið vendur ímóti vinnuliga partinum. Hann hevur kravt minstaforvinningin hjá fiskimonnunum burtur og at skattafrádrátturin verður tikin undan langfarafiskimonnum.

Hjá ungfólki sum bygt hava sethús krevur hann rentustuðulin avtiknan, hesi sum við stórum dirvi hava bygt undir ávísum fortreytum og sita sum familjur við tungari lánibyrðu Eisini var ætlanin hansara heilt at strika skattalættan fyri 2008.

Hesum hevur Fólkaflokkurin staðiliga sett seg ímóti. Tað fer flokkurin eisini at gera vart við tað bæði undir tingviðgerðini og í fíggjarnevndini.

Fyri betur at kunna brúka fleiri pengar til almennan rakstur, krevur hann, at størri gjøld skulu leggjast á tubbak og góðgæti við 10 mió. krónum. Hetta er ikki fyri heilsuátaki, men fyri at fáa fleiri pengar í kassan til almennan rakstur.

 

Vilja samanbinda Føroyar

Landsstýrismaðurin krevur Sandoyartunnilin tiknan av skrá. Eg havi fleiri ferðir víst á frá tingsins røðarapalli, at nú resta Sandoyggin og Suðuroyggin í fyri at koma upp í fasta sambandið. Hesar oyggjar eru ídag longur burtur frá meginlandinum enn áður, nú stórur partur er samanbundin. Sandoyggin verður samanbundin við meginøkið um 6 ár, og at kanningar samstundis verða gjørdar, hvussu til ber at loysa leiðina til Suðuroynna.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur eins og Sambandsflokkurin við hinum báðum undirsjóvartunlunum víst sín mótvilja ímóti hesum ovur týdningarmiklu sambindingaríløgum.

Eg fari tí at vísa til frálíku oddagreinina í seinasta Norðlýsi, har m.a. politisk populisma var viðgjørd, har ikki verður hugsað um landið sum heild og at gevandi og neyðugar íløgur fyri alt landið verða raðfestar aftur um ótálmaðan rakstur, sum má sigast at vera stutthugsaður búskaparpolitikkur og sum í størri mun hitar okkara búskap.

Nei, Føroyafólk vann her nógv við Fólkaflokkinum.