- Føroyabanki stendur at bresta av fiski Soleiðis sær út í verandi løtu, nú vit passera bankan. Eg skilji ikki, hví vit ikki sleppa at fiska har. Ekkoloddið lýgur ikki.
Soleiðis tekur skiparin á frystilínuskipinum Ågot til, nú teir um dagarnar sigldu tvørtur um ein part av Føroyabanka, meðan teir høvdu ekkoloddið koyrandi.
Viðhefta mynd er av ekkoloddinum umborð á Ågot, sum vísir nógva skrift, og sum skiparin meinar er fiskur. Fiskimenn eiga at duga at skilja millum fisk og annað á loddinum.
Hjaltur Poulsen legði hesa myndina út á sína Facebook-síðu í gjár og onkur, sum viðmerkir, heldur fyri, at kanska onkur akademikari í Fiskimálaráðnum nú fer at vakna.
Viðmerkjarin leggur aftrat, at allir fiskimenn vita, at nógvur fiskur er á Føroyabanka.
Skrivarin í Felagnum Línuskip, Kristian Martin Petersen, viðmerkir eisini á tráðnum hjá skiparanum og heldur fyri, at fyrr ella seinni verður loyvi aftur givið at fiska á Føroyabanka.
- Tað er ógvuliga hugstoytt, at Føroyabanki er stongdur, sigur Kristian Martin Petersen, sum eisini er reiðari á ísfiskalínuskipinum, Sandshavinum.










