Føroyabanki ? eitt vakstrarparadís hjá fiski

Fiskasløgini, sum alt sítt lív eru á Bankanum, veksa í miðal 27 % skjótari enn aðrastaðni, har hesi fiskasløgini finnast. Hjá teimum sløgum, sum ikki hava fast tilhald á sjálvum Bankanum, er vøksturin væl lægri. Hetta segði Eyðfinn Magnussen, sum hevur gjørt kanningar á Føroyabanka síðan 1992, í fyrilestri í Nóatúni í vár

Føroyabanki

Eyðfinn Magnussen starvast á Fróðskaparsetri Føroya og er útbúgvin biologur.
Heitið á fyrilestrinum, sum hann helt í Nóatúni, var : "Føroyabanki ? eitt vakstrarparadís hjá fiski", og fyrilesturin byggir á tær kanningar, sum hann hevur gjørt á Føroyabanka.
Eyðfinn samanbar eitt nú vøksturin hjá fiski, sum livir á Bankanum í mun til, hvussu hesi fiskasløgini veksa aðrastaðni.
- Rákið er soleiðis háttað, at sjógvurin í stóran mun heldur seg inni á Bankanum. Á hendan hátt er Føroyabanki ein sjálvstøðugt vistfrøðilig skipan, har umhvørvið hevur sett síni serstøku eyðkenni á fleiri fiskasløg og aðrar livandi verur á Bankanum.

"Bankatoskurin"
Eyðfinn vísti á, at kendasta av hesum er helst
"bankatoskurin", sum hann verður róptur.
- Tað hevur leingi verið kent, at toskurin á Føroyabanka veksur óføra skjótt ? ja, so skjótt, at hann telist millum skjótast vaksandi toskasløgini í heiminum.
Hann reisti eisini spurningin, hví toskurin á Føroyabanka veksur so skjótt? Er tað okkurt serligt við bankatoskinum, ella er tað umhvørvið á Bankanum, sum skapar tann góða vøksturin? Hesar áhugaverdu spurningar viðgjørdi Eyðfinn eisini í sínum fyrilestri.

Eru umstøðurnar
framúr góðar?
Eyðfinn segði, at tað serliga eru føði og hiti, sum stýra vøkstrinum hjá fiski, og somuleiðis hevur tann "genetiski komponenturin", sum hann tók til, eisini sín týdning.
- Jú, heitari sjógvurin er, og jú meira fiskurin hevur at eta, tess skjótari veksur hann. Men eru vakstrarumstøðurnar serstaka góðar á Bankanum, átti hetta tí eisini at sæst aftur hjá hinum fiskasløgunum, ið finnast har.
Til tess at fáa greiðu á hesum spurningi, hevur
Eyðfinn kannað vøksturin hjá 14 ymiskum fiskasløgum á Bankanum og samanborið við, hvussu hesi fiskasløgini veksa aðrastaðni í heiminum.
- Samanberingin fevnir soleiðis um úrslit frá 62 ymiskum kanningum úr 35 ymiskum økjum. Tey 14 fiskasløgini vórðu býtt sundur í 2 bólkar: Tey sløgini, sum eru alt sítt lív á Bankanum og so tey ferðandi fiskasløgini, sum bert ein part av lívinum eru á Bankanum.
Hann helt fyri, at um tað er okkurt serstakt við umhvørvinum á Bankanum, kann væntast, at vøksturin hjá teimum fastbúgvandi fiskasløgunum skilir seg burtur úr vøkstrinum hjá líknandi sløgum aðrastaðni, meðan tey ferðandi fiskasløgini ikki vaksa øðrvísi.
- Og tað var júst hetta, sum kanningin vísti. Tey fastbúgvandi fiskasløgini á Bankanum veksa í miðal 27% skjótari enn aðrastaðni, meðan vøksturin hjá teimum ferðandi sløgunum er á sama støði sum aðrastaðni, segði Eyðfinn Magnussen.

Dýpið avgerandi
Vøksturin er tó tengdur at dýpinum, har fiskurin livir.
- Tað er týðiligt, at tað eru tey fiskasløgini, sum liva uppi á sjálvum Bankanum, sum hava tann besta vøksturin. Djúpari, vit fara, tess seinni veksur fiskurin.
Eyðfinn helt, at orsøkin til hetta ivaleyst er, at á størri dýpi gerst sjógvurin kaldari, og at vit tá heldur ikki longur eru á sjálvum Bankanum.
- Sjálvur Føroyabanki strekkir seg út á
umleið 200 m. dýpi. Kanningar hava eisini víst, at tað serliga er her, at sjógvurin er støðufastur og melur í klingur.

Tunga og knurrhani
Eyðfinn vísti á, at tað er eisini á tí grunna partinum av Bankanum, at vit finna nógva nebbasild og høgguslokk. Hesi eru høvuðsføðin hjá toski og hinum størru fiskasløgunum, sum halda til har og eiga ivaleyst ein stóran part av heiðrinum fyri góða vøkstrinum, ið vit finna hjá fiskasløgunum, sum halda til í hesum økinum. Nebbasild og høgguslokkur eru tó ov stór at eta hjá tungu og knurrhana. Hesi bæði fiskasløgini liva vanliga av bustmaðkum og smáum krabbadýrum, og teimum er ikki so nógv til av á Bankanum.
- Hetta er helst orsøkin til, at vøksturin hjá tungu og knurrhana ikki skarar framúr á Føroyabanka, segði hann.
Í áhugaverda fyrilestrinum vísti Eyðfinn á, at tá ið vit vita, at tað serliga er føði og hiti, sum stýra vøkstrinum hjá fiski, eru tað helst eisini hesi viðurskifti, sum eiga ein stóran part av heiðrinum fyri góða vøkstrinum á Føroyabanka.