Føroya vakrasti línubátur

Hóast skipið er næsti stálbygningur á Skála Skipasmiðju, bygt í 1963, so er skipið kortini í góðum standi.

"Føroya vakrasti línubátur…" Hesa yvirskrift brúkti undirritaði einaferð um snøgga línubátin - Vesturhavið - sum felagið HKO P/F í Vestmanna eigur. Um tað var rætt at siga hetta um gamla línubátin, kunnu onnur meta um.

 

Skipið, sum er smíðað á Skála Skipasmiðju í 1963, kallaðist Strandingur í 44 ár og var tá heimahoyrandi á Strondum. 14 mans eru við Vesturhavinum og skipari er toftamaðurin, Olaf Højgaard.

 

Sjómanstrúboðarin hevur vitjað umborð á snøgga skipinum, sum nýliga er komið heim aftur úr Skotlandi, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði er gjørt. Síðan skipið kom úr Skotlandi, hevur tað ligið við bryggju í Runavík.

 

Sjómanstrúboðarin veit at siga, at maskinsmiðjan Mekanik í Runavík hevur yvirhálað motorin og hevur gjørt ymiskt annað arbeiði umborð.

 

- Motorurin, sum er frá 1971, fekk høvuðsumvæling í 1991 og aftur fyri 12 árum síðan. Tað ljóðar rættiliga langt síðan, og tað er tað eisini, siga smiðir hjá Mekanik við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

 

Smiðirnir vísa á, at Vesturhavið hevur ein Grenaa Diesel motor á 500 hk., sum er av bestu motorum í heiminum. So, hóast tað eru 12 ár, síðan motorurin varð høvuðsumvældur, var ikki neyðugt at gera hetta arbeiðið aftur nú.

 

- Stempulringar og okkurt smávegis annað er tó skift. Smiðirnir siga eisini, at motorurin er bæði væl viðfarin og væl røktur.

 

Lagt verður aftrat, at við sínum 54 árum má sigast, at Vesturhavið er eitt gott og gamalt skip, er niðurstøðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini.