Føroya vakrasta hálv maraton næstan fult teknað

Leygardagin 3. september skipar ÍtróttarfelagiðFrælsi íVágum fyri renni og gangi hálv maraton, runniðog gingiðverður úr Gásadali til Sandavágs.

 

Stórur áhugi fyri Føroya vakrasta hálv maraton

Hetta er átriðja sinni at skipa verður fyri hálv maraton renning íVágum. Luttakara taliðhini árini hevur ligiðum 86 rennarar.

ein vika er eftir til starturin verður skotin ígongd íGásadali, hava higartil 247 luttakarar teknaðseg til at renna og ganga úr Gásadali til Sandavágs, 114 rennarar og 133 sum fara at ganga. Fyrireikarnir hava avgjørt at lukka fyri tilmelding tá300 hava teknaðseg.

 

Stuðla krabbameinsfelagnum

Taðnýggja viðFøroya vakrasta hálv maraton íár er, at skipa verður somuleiðis fyri gangi hálv maraton har ein partur av luttøkugjaldinum fer til Krabbameinsfelagið. Taðgleðir fyrireikarnar at so nógv hava tekna seg til gangi hálv maraton og harviðstuðla arbeiðnum hjáKrabbameinsfelagnum.

 

Luttakararnir til hálv maraton møta kl. 9.30 viðskúlan áGiljanesi har startnummur verða útflýggjaði. Møguligt verður hjáluttakarunum at skifta og lata skiftiklæðir inn, til at heinta eftir renningina, har møguleiki somuleiðis verður at fara undir brús. Klokkan 10.15 koyrir bussur av Giljanesi til Gásadals, og starturin er kl. 11. Fyri hvørjar 5 km verður ein vatnpostur.

 

Runniðverður eftir landavegnum úr Gásadali, omanfyri Bøtil Sørvágs, síðan eftir gamla vegnum úr Sørvági, fram viðterminalinum hjáVága floghavn, eftir gamla vegnum til Vatnsoyrar og fram viðVatninum, gjøgnum Miðvág og komiðverður ámál viðkirkjuna íSandavági. Tey sum ætla sær at ganga fara sama veg, men tákomiðer til Vatnsoyrar verður fariðniðan eftir Vatnsdalsbrekku og eftir Vørðunum til Miðvágs og koma ámál viðkirkjuna íSandavági.

 

Fólkaheilsurenning

Taðhevur týdning at røra seg, men taðeru ikki øll sum hava mót uppáat renna / ganga eitt hálvt maraton. Tískipar ÍtróttarfelagiðFrælsi saman viðkommununum íVágum og Fólkaheilsuráðnum fyri heilsurenning. Runniðella gingiðverður fráflogvøllinum til FK íMiðvági, hesin teinur er góðar 6 km. Taðer møguligt at tekna seg áheimasíðuni renn.fo ella ástaðnum. Startnummur kunnu heintast áflogvøllinum frákl. 11, fari verður avstaðkl. 11.30.

 

Takkaðveri høvuðsstuðlunum Hiddenfjord og FAE, umframt stuðulin fráFK íMiðvági, EUR Express, MBM og Føroya Bjór, og ikki minst øllum hjálparfólkunum og kommununum íVágum, letur taðseg gera at skipa fyri hesum stóra tiltaki.

 

Fyriskiparnir vóna at síggja nógv fólk fram viðvegnum at stuðla teimum sum luttaka.