Hanus Midjord, formaður í Føroya Væl, letur væl at listanum higartil.
- Vit hava heilt fitt av fólki á listanum, men enn manglar nøkur. Hanus Midjord vil ikki siga hvør hevur játta at stilla upp. Hinvegin hava einstøku valevnini, ið hava játta at stilla upp, frælsi hvør sær at almannakunngera sína uppstilling.
- Summi eru nýggj á listanum, meðan summi hava staðið í eina tíð og tískil hava havt betur stundir at gera seg kláran sigur Hanus Midjord.
Føroya Væl hevði 14 fólk á listanum seinast. Tað vórðu tey nøgd við, men um tey fáa fleiri, so er tað gott.
Næsti uppstillingarfundur verður væntandi um tvær vikur.










