Í sambandi við fráboðaðu ætlanirnar um, at eingir næmingar verða tiknir inn á Søgu og samfelagsdeildina eftir summarfrítíðina, skipar Føroya Ungdómsráð fyri pallborðsfundi í posthúskjallaranum í kvøld klokkan 19.
Fundurin er um, hvat ungdómur og hægri útbúgving hava at týða fyri eitt samfelag, og um ein í heila tikið skal brúka pening til gransking og lestur.
Eru ungdómurin og tilkomin fólk, sum vilja nema sær eina útbúgving, bert ein útflutningsvørða, ið vit senda av landinum, í teirri vón, at summi teirra kanska koma aftur? Ella er tað, at vit hava útbúgvin fólk og eitt lestrarumhvørvi í Føroyum, ein fyritreyt fyri, at Føroyar ikki enda sum enn eitt oyggjasamfelag uttan menning og framtíð, spyr Føroya Ungdómsráð, sum skipar fyri fundinum.
Í panelinum sita Helena Dam á Neystabøð, landsstýriskvinna, Sjúrður Skaale, tingmaður, Búi Rouch, ungdómur, Jóhanna Joensen, lesandi, og eitt vinnulívsfólk.