Nakað av skemtinum broytist tó til tragikomiskt álvvara, tá ein gerst sannførdur um, at greinskrivarin er fráfarandi tingmaðurin, hanameistarin í Runavík, Torbjørn Jacobsen. Hann stríðist fyri at halda núverandi sambandsløgmanni við valdi nakrar vikur afturat, so fiskimenn og reiðarar (teir feudalu) kunnu útruddast skjótast gjørligt.
Niðurstøðan í longu greinini og øllum orðavavstrinum er, at føroyska fiskatilfeingið er um leið 500.000 tons. Hetta kann seljast (til kinesarar ella aðrar útlendingar) fyri nærum 2 milliardir krónur til landskassan. Teir 1.000 fiskimenninir leggja bert 200 mió. í landskassan, so teir kunnu bara gevast. Eftir Tobbasa uppfatan er kortini tað allar besta, at samstundis sleppa vit av teir feudalu reiðarnar. Hesar persónar, sum í meira enn hálva aðru øld hava verið partur av burðardygga fólkameinginum í landinum.
Hugburðurin er sostatt: Sleppi okkum av við fiskatilfeingið, tað kann bara seljast. Síðani sleppi okkum av fiskimenninar, sum skuldu fáa okkum tilfeingið til vega og hagreitt. Og so sleppi okkum av við reiðarnar, sum skuldu útvega rakstrartólini.
Hetta vil havnameistarin sleppa at nýta sína 17. og avgerandi atkvøðu til og samstundis draga Johan Dahl og Kaj Leo uppá tráð.