Samanlegging
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
iConcept hevur seinastu árini lagt dent á at menna nýmótans tænastur innan samskifti. Felagið hevur 3 tey seinastu árini bjóða teletænastur á føroyska marknaðinum, og hevur serliga lagt seg eftir at bjóða kundunum breiðbandstænastur saman við nettalu.
Fyri at gera tað møguligt at halda áfram við menning av nýggjum tænastum innan tele -og breiðbandstøkni, hevur iConcept valt at leggja virksemi sítt saman við Føroya Tele.
- iConcept hevur trý dugnalig starvsfólk. Hesi starvsfólk fara saman við øðrum dugnaligum Føroya Tele starvsfólkum at menna nýggjar spennandi tænastur bæði til heimamarknaðin og til ein marknað uttanfyri Føroyar sigur Kristian R. Davidsen stjóri á Føroya Tele.
Endaliga samanleggingin, verður formliga avgreidd, tá allar neyðugar samtyktir frá mynduleikunum fyriliggja. Til neyðugu góðkenningarnar fyriliggja, verða viðskiftafólk hjá iConcept passað av Føroya Tele.
- Fyri kundar hjá iConcept kemur hendan samanleggingin ikki at merkjast. Vit meina, at við hesi samanlegging, verður kundin enn betri stillaður og frammtíðartryggjaður. Saman við Føroya Tele verður málið við nýggjum spennandi tænastum rokkið enn skjótari, sigur Thomas Hansen, stjóri á iConcept.
Tær tænastur, ið iConcept higartil hevur veitt kundum sínum, verða tær somu, men í næstu framtíð er ætlanin, at samanleggingin við Føroya Tele skal føra til nýggjar og spennandi tænastur. Harumframt vilja kundarnir, framyvir kunna fáa allar samskiftistænastur á einum stað.