Føroya Tele yvirtekur samskiftiskaðal

Føroya Tele hevur undirskrivað avtalu við samtakið, sum eigur Cantat-3 kaðalin. Avtalan hevur við sær, at Føroya Tele nú yvirtekur tann partin av samskiftiskaðalinum, sum gongur millum Ísland, Føroyar, Danmark og Týskland.

– Við at yvirtaka Cantat-kaðalin fáa vit eina eyka trygd fyri samskiftinum út í heim nøkur ár fram í tíðina, sigur Páll H. Vesturbú, stjóri í FT Net.

Cantat-3 varð tikin í nýtslu í 1994 og hevur knýtt saman Kanada, Ísland, Føroyar, Ongland, Danmark og Týskland í eitt kervi. Hesin kaðalin var okkara høvuðssamband í uttanlandssamskifti fram til 2004, tá ið Farice-kaðalin kom. Seinnu árini hevur Cantat-kaðalin verið eitt eyka samband og ein trygd hjá Farice. Síðan 2008 hava føroyingar eisini havt Shefa-2 kaðalin, sum gongur millum Føroyar, Hetland, Orkney og Skotland.

Cantat-3 kaðalin er sostatt eitt eyka samband til tær samskiftisleiðir, vit hava út í heim, og við at hava hesa trygdina, eru vit minni tengd at t.d. Farice-skipanini, sum íslendingar eiga og reka í dag.

Harumframt gevur Cantat-3 eina eyka trygd fyri tænastur við høgari raðfesting, t.d. avgerandi teletænastur og sambandið hjá bankageiranum.

Nøktar tørvin nøkur ár

Føroya Tele hevur í eina tíð arbeitt við at yvirtaka Cantat-3 kaðalin. Stóra indiska samtakið TATA Communications var høvuðseigari við 71 prosentum. British Telecom, Deutsche Telecom, TDC og Síminn áttu tilsamans 18 prosent, og 25 telefeløg áttu síðstu prosentini.

Skipanin varð løgd, áðrenn útbreiðslan til internet var vanlig, og tí er kapasiteturin á 2,5 Gbit/s fyri hvørt fipurpar ótíðarhóskandi til størri marknaðir, og tískil niðurlegði eigarin kaðalin. Skipanin hevur tó eina livitíð í minsta lagi fram til 2019, og fyri eitt lítið land sum Føroyar er kaðalin nøktandi nøkur ár frameftir.

Cantat-3 gevur Føroya Tele eitt samband á 2,5 Gbit/s millum Føroya og Danmarkar og somuleiðis 2,5 Gbit/s millum Føroya og Íslands, og sostatt gevur sambandið tilsamans 5 Gbit/s til umheimin. Hetta klárar alla føroysku nýtsluna av samskifti út í heim í dag og nakað væl afturat.

Kostnaðurin fyri Føroya Tele at yvirtaka Cantat-3 er, at felagið átekur sær allan kostnað við at niðurtaka kaðalin, tá ið hann hevur tænt fyri seg. Føroyar yvirtaka ikki tann partin av kaðalinum, sum gongur til Kanada og inn til Onglands.