VINNA
- Vit áttu at havt blandað okkum meira upp í raksturin og dugað betur at bjóðað førleikarnar hjá Føroya Tele fram, segði Tróndur Djurhuus, stjóri í FT International, við Vinnuvitan í seinastu viku. Hann legði afturat, at altjóða arbeiðið hjá FT International, sum er partur av Føroya Tele, kortini heldur fram, hóast roknast kann við broytingum.
FT International, ið stendur fyri altjóða átøkum hjá Føroya Tele, átti ein fimtapart av Telabria og hevur gjørt íløgur í felagið fyri góðar 7 milliónir krónur.
Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele, sigur, at Telabria var ein sokallað uppstartsfyritøka, og tað, sum eyðkennir slíkar, er, at møguleikin fyri vinningi er stórur, men tað er váðin eisini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sjálvrannsakanin er byrjað
Hann greiðir frá, at mett varð, at hetta var ein góð íløga, av tí at hetta var ein breiðbandsíløga, ið hevur við framtíðina at gera, sum hann málber seg.
- Men tað vísti seg sum tíðin gekk, at produktini ikki vóru so stabil, og fyritøkan fekk ikki vaksið um søluna, og tí avgjørdu íleggjararnir ikki at seta meira pengar í, sigur Kristian Davidsen.
Spurdur, um hetta fær nakrar avleiðingar, sigur stjórin í Føroya Tele:
- Hetta gevur grund til sjálvrannsakan, og vit skulu síggja, hvat vit kunnu læra av hesum, so tað ikki hendir aftur.
- Tann prosessin er farin gongd, sigur Kristian Davidsen, ið metir, at íløgur uttanlands eru neyðugar.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men fer Føroya Tele at royna at ávirka fyritøkurnar meira, sum tey gera íløgur í í framtíðini?
- Tað eru tvær typur av íleggjarum. Tað eru finansiellir íleggjarar, sum bara koma við kapitali. Og tað eru industriellir íleggjarar, og Føroya Tele vil typiskt vera ein fyritøka, sum blandar seg uppí, sigur Kristian Davidsen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Royndir íleggjarar
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Tróndur Djurhuus sigur við Sosialin, at FT International hevur arbeitt við virkismenning, og at ætlanin var at uppbyggja eitt konsept við tráðleysum breiðbandi eins og tey sóu, at tað bar til við Televarpinum sum konsepti við talgildum sjónvarpi.
Hann er samdur við Kristian Davidsen í, at tað er neyðugt at gera íløgur uttanlands, og tey valdu Bretland, m.a. av tí at tann føroyski marknaðurin ikki var búgvin til hetta.
Íløgan í Telabria varð gjørd saman við royndum entreprenøri og royndum íleggjarum, ið Tróndur Djurhuus kallar seriøsar og professionellar.
Eins og Kristian Davidsen, metir hann, at framyvir skal Føroya Tele hava størri ávirkan á íløgurnar, og tað metti hann eisini, at teir høvdu sum nevndarlimir í Telabria, har teir spurdu seg fyri.
Men saman við hinum íleggjarunum var avgjørt at taka felagið av, og enn er ikki greitt, um partapeningurin er mistur.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Eyðmjúk um íløgurnar
Spurdur, um 7 milliónir er nógv í slíkum høpi, sigur Tróndur Djurhuus, at tey taka eina og hvørja íløgu seriøst.
- Okkum dámar ikki at missa pengar. Vit eru eyðmjúk um hvørja millión, sigur hann, og leggur afturat, at tey eisini harmast um, at konseptið ikki bar til, tí tað hevði verið eitt gott aktiv, sum hann tekur til. Tróndur Djurhuus vísir á, at Føroya Tele hevur gjørt íløgur í 4 fyritøkur tað seinasta hálva annað árið.
- Tvær lógu í útkantinum av okkara kjarnuvirksemi, og tvær vóru smærri nýskapandi fyritøkur, sigur Tróndur Djurhuus, ið avdúkar, at íløgan í Telabria ikki var tann størsta.
Spurdur, hvussu Føroya Tele ætlar at fylgja neyvari við teirra íløgum, tá sagt verður í eftirmetingini, at hetta skal gerast við management og nevndararbeiði og møguliga eisini upp á aðrar mátar. Harafturat skal ein partur av eftirmetingini vera, hvar og hvussu Føroya Tele best brúkar ekspertisuna, sigur Tróndur Djurhuus.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Breiðband framvegis framtíðin
Tróndur Djurhuus ivast tó ikki í, at breiðband framvegis er framtíðin, og at IP-tøknin er tann mest savnandi tøknin, sum kann brúkast á ymsar hættir, men sum eisini er neyðugt at menna sum tráðleysa tøkni. Hann metir, at fyritøkur í framtíðini fara at finna nisjur, sum t.d. Televarpið er eitt dømi um, og koma við konseptum, tí tíðin, tá t.d. GSM-skipanin var eitt gullnám, er farin.
- Vit fáa virkisøki við minni marginalum, sigur Tróndur Djurhuus, og leggur afturat, at prísirnir verða trýstir niðureftir, og tí er neyðugt at skapa breiðari marknaðir.
Spurdur, um hann framvegis verður at síggja í FT International framyvir eftir ta miseydnaðu íløguna í Telabria, sigur Tróndur Djurhuus, at hann einki veit um framtíðina.
- Men hvørt einstakt starvsfólk í Føroya Tele ger sítt til at tryggja fyritøkuna sum best.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvørjar íløgur verða tær næstu altjóða íløgurnar hjá FT International?
- Tað er ein forrætningshemmeligheit, sigur Tróndur Djurhuus.










