Føroya Tele veitur nú eisini fría nýtslu á Breiðband

Allir privatir breiðbandskundar hjá Føroya Tele fáa nú møguleikan at fáa sær fría nýtslu á breið­bandshaldi  tað sum eisini verður kallað »flatrate«

Føroya Tele hevur í dag 4 privat breiðbandshald til ymiskan tørv. Hesi hald hava øll frammanundan eina ávísa fría nýtslu og hevur hetta víst seg, at vera nøktandi fyri teir flestu kundar.

Til teir kundar, sum hava tørv á størri nýtslu enn hana, sum fylgir við haldinum, bjóðar Føroya nú fría nýtslu fyri eitt eykagjald um mánaðin.

Hevur kundin breiðband frammanundan, skal hann bert umskipa haldið til fría nýtslu. Ikki er neyðugt við nýggjum beinara ella montørvitjan. Einasta, sum krevst er at umbiða tæn­astuna á tel 808080 ella í einari av Telebúðunum. Stovningargjaldið er kr. 550,-.

Prísdømi: Fyri minsta hald­ið (256/128) er eykagjaldið kr. 120,- soleiðis at kundin tilsamans einans rindar kr. 279