NAFF
Føroya Tele er millum tær fyritøkur, sum verða við á altjóða fiskivinnuframsýningini, North Atlantic Fish Fair, sum letur upp klokkan 10 í morgun og varir til og við hósdagin.
Nýggjar tænastur
Aksel Haraldsen, leiðari fyri sølu av tænastum til vinnulívið, sigur, at Føroya Tele á NAFF-framsýningini serliga fer at leggja seg eftir at kunna um tær tænastur, sum fyritøkan hevur at bjóða sjóvinnuni.
- Vit hava eina kreativa uppgávu við atliti til sjóvinnuna, og á fiskivinnuframsýningini fara vit at kunna um okkara nýggju tænastur og leggja upp til framtíðar samstarv.
Spurdur, hvat Føroya Tele serliga fer at leggja dent á, sigur Aksel, at tey ikki minst fara at kunna um tænastuna, har sjófólk kunnu hava atgongd til sín egna t-post umborð.
- Áður hevur tað verið soleiðis, at hevur skipið havt t-post, so hevur hetta verið ein felags t-postur. Nýggja tænastan ger, at sjófólk nú kunnu hava sín egna t-post, sum bert kann lesast við eini pin-kotu.
Aksel sigur, at ein fyrimunur við hesi nýggju tænastu er, at tá ið sjófólk fara umborð á onnur skip, kunnu tey fáa adressuna við sær.
Nýtslan á teldu
- Aðrir fyrimunir, sigur Aksel Haraldsen, eru, at nýggja skipanin altíð velir bíligasta veg at senda, og at avrokningin fyri nýtslu sum nevnt kann gerast frá eini heimasíðu. Hetta merkir, at neyðugt er ikki hjá reiðaríunum at bíða eftir internetnýtsluni hjá manningini, eitt nú fyri at avrokna fyri túr.
Í eina tíð hevur verið gjørligt at avrokna fyri telefonnýtslu umborð eftir skipanini hjá Føroya Tele.
- Nú ber til at knýta Tel-Log saman við Sjóposti soleiðis, at til ber at síggja telefon-og internetnýtsluna á heimasíðuni. Hetta fer at lætta nógv um hjá reiðaríunum og eisini tryggja, at allar samrøður, sum verða førdar, eru við í yvirlitinum.
Aksel Haraldsen vísir á, at Føroya Tele fer at koma við uppaftur fleiri tænastum sum frá líður.
- Tí verður básurin hjá okkum avgjørt verdur eina vitjan á fiskivinnuframsýningini, leggur hann aftrat.










