Føroya Tele og bretska oljufelagið BP hava skrivað undir ein langtíðar sáttmála, sum ber við sær, at BP keypir kapasitet frá Føroya Tele á strekkinum millum boripallarnar Clair og Schiehallion, sum liggja vestanfyri Hetland, og høvuðssetrið hjá BP í Aberdeen. Kapasiteturin verður veittur gjøgnum SHEFA-2 kaðalin.
SHEFA-2 kaðalin strekkir seg frá Føroyum til Skotlands, og er tikin alment í nýtslu fyrr í ár. Í heyst hevur Føroya Tele staðið fyri arbeiðinum at knýta boripallarnar við beinleiðis fipur sambandi til SHEFA-2 kaðalin, og nú arbeiðið er gjørt, fær langtíðar sáttmálin gildið. SHEFA-2 fer at geva BP trygt samband nógv ár framyvir.
“Tað hevur stóran týdning fyri Føroya Tele at hava fingið ein so stóran kunda afturat á SHEFA-2 kaðalin. BP er ein virðismikil kundi, sum krevur bandbreidd við høgari ferð umframt trygga tænastu. Tískil kunnu vit á Føroya Tele vera errin av at hava BP sum kunda,” sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele.
“Hesin langtíðarsáttmálin stuðlar eisini upp undir strategiina hjá Føroya Tele um at víðka heimamarknaðin út um landoddarnar og økja umsetningin munandi komandi árini, leggur Kristian R. Davidsen aftrat.
Fyri framhaldandi at økja framleiðsluna í frálandavinnuni er fjarskiftissamband við høgari ferð týdningarmikið, og við fjarskiftissambandinum til Clair og Schiehallion hevur Føroya Tele tikið fyrsta stigið at fara inn á hetta økið, sum kann gerast týðandi vakstrarøki fyri Føroya Tele í framtíðini. Føroya Tele arbeiðir framhaldandi at fáa fleiri kundar á SHEFA-2 kaðalin stendur í tíðindaskrivi frá fyritøkuni.