Føroya Tele var innanfyri mark

Ein samd landsstýrismálanevnd sigur, at tað er ílagi, at Føroya Tele varð við til at keypa Sosialin

Fjølmiðlar
 
Føroya Tele fór ikki útum sínar heimildir, tá ið tað var við til at keypa Føroya  Tele.
Tað staðfestir landsstýrismálanevndin hjá Føroya Løgtingi.
Tá ið tað frættist, at Føroya Tele skuldi keypa ein part av Sosialinum frá javnaðarflokkinum, leyp tað so ilt hjá tinglimir í tjóðveldisflokkinum, at tað endaði við, at Heidi Petersen, tingkvinna, heitti á landsstýrismálanevndina um at kanna málið til botns, sum hon orðaði seg.
Eftir at hava gjørt eina løgfrøðiliga kanning, kom Landsstýrisnevndin so í gjár til eina niðurstøðu  og hon er, at Føroya Tele gjørdi onki skeivt.
- Við støði í tilfarinum, sum er til taks, metir nevndin  ikki, at tað er  nøkur rímilig grund at halda, at brot er framt á lóggávuna, sigur Landsstýrismálanevndin. Og hon leggur afturat, at tískil ger hon ikki meiri við málið.
 
Innanfyri mark
Ein løgfrøðilig niðurstøða í hesum málinum er,  at Í Føroyum hevur tað verið ætlanin, at hugtakið fjarskifti skal lýsast nøkunlunda sum tað verður lýst í grannalondum okkara, sum vit kappast við og ikki leyst av hvat onnur lond halda.
Ætlanin við lógini var var ikki at binda menningina av Føroya Tele innanfyri trongar, óbroytiligar karmar.
Tí er metingin, at Føroya Tele er ikki farið út um karmarnar fyri, hvat lógin hevur ásett, men kanska er komið út ímóti karmunum, soleiðis sum teir síggja út í dag.
Tí sigur løgfrøðiliga metingin, at tað kann forsvarast, at Føroya Tele hevur keypt seg inn í eina fyritøku, sum er eitt miðlahús, sum eisini veitir tænastur beinleiðis til ein part av kjarnutænastunum hjá Føroya Tele, sum internetið er, herundir portalur v.m.
Við hesum verður víst til, at í nógv ár hava Sosialurin og Føroya Tele samstarvað um Portalin, Rás 1 hjá Televarpinum o.s.fr.
Løgfrøðisliga metingin sigur eisini, at longu tá ið fjarskiftislógin og umleggingarlógin vóru samtyktar, var tankin at geva rúmd fyri, at Telefonverkið kundi menna seg í kapping á altjóða
pallinum og víst var á, at hetta kom at hava broytingar í virkisøkinum frá tí traditionella kjarnuøkinum og til onnur virkisøki, sum høvdu samband við hetta.
Í  tilfarinum, sum Landsstýrismálanevndin hevur arbeitt við í hesum málið, sæst, at Føroya Tele skuldi gerast ein minniluta partaeigari í Sosialinum við 34% av partapengunum.
Tað er eisini upplýst, at Sosialurin varð seldur fyri 10 milliónir krónur.