Føroya Tele slakar 30 milliónir í avlopi

- Landskassin fær 25 milliónir frá Føroya Tele í ár.

Í fjør hevði Føroya Tele 29,8 milliónir í avlopið aftan á at skatturin varð goldin, og tað er nógv minni enn í 2014, tá ið avlopið var 58,3 milliónir.

Eftir skatt var úrslitið hjá Føroya Tele 39,8 milliónir krónur. Annars vísir roknskapurin, áðrenn avskrivingar var úrslitið í fjør góðar 138 milliónir krónur, samanborið við 162 milliónir krónur í 2014.

 

Stjorin, Jan Ziskasen, heldur, at samanumtikið er úrslitið gott, men at tað er merkt av, at avlopið tey góðu árini frammanundan, er brúkt til at lækka prísirnar, og til at geva viðskiftafólki eina betri tænastu.

 

Orsøkin til, at úrslitið er lakari, kemst í høvuðsheitum av stóru íløgunum, Føroya Tele hevur gjørt í farnetið og breiðbandskervið, samstundis sum at prísirnir eru lækkandi fyri fjarskiftistænasturnar.

 

Men kortini hevur Føroya Tele gjørt av at rinda eigaranum, sum er Føroya landsstýri, 25 milliónir krónur í vinningsbýti.

 

 Jan Ziskasen vísir á, at hesi bæði seinastu árini eru stórar broytingar hendar á føroyska marknaðinum, tí prísirnir eru nógv lækkaðir.

 

- Broytingarnar síðstu tvey árini hava ført við sær, at nú kann prísurin í Føroyum at álvara sammetast við prísin í grannalondunum, sigur stjórin.

 

- Í fjør avgjørdi Føroya Tele at bjóða arbeiðið út at gera nýggja 4G LTE netið og í tí sambandi varð avtala gjørd við Huawei úr Kina, sum kundi veita ta bestu tøknina og gera arbeiðið bæði skjótast og bíligast.

 

- Síðst í fjør komu fyrstu støðini á nýggja heimsklassanetið, og útbyggingin heldur fram, til alt landið er fevnt av nýggja netinum. Í dag hava 95% av føroyingum atgongd til 4G LTE.

 

- Nýggja netið er eitt risastórt tøkniligt stig fyri Føroyar, og samstarvið við Huawei merkir, at Føroyar verða í fremstu røð, tá tann nýggjasta, mest framkomna og besta tøknin kemur fram á teleøkinum, sigur Jan Ziskasen.

 

Nevndin í Føroya Tele er mannað við fýra umboðum, sum landsstýrið hevur valt, og trimum umboðum, starvsfólkini velja. Nevndarlimirnir hjá landinum standa fyri vali á hvørjum ári.

 

Á aðalfundinum hesa ferð varð ein útskifting gjørd í nevndini við tað, at Ólavur Ellefsen er farin úr nevndini, og fyri hann hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum valt Johnni Poulsen.

 

Nevndin í Føroya Tele er nú mannað soleiðis: Ómar Svavarsson, Gloria Kalsø, Annbritt Klausen og Johnni Poulsen, sum eru vald av landsstýrinum, og Poul Poulsen, Ólavur Simonsen og Osvald Joensen, ið eru starvsfólkavaldir nevndarlimir.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Ómari Svavarssyni sum formanni og Gloriu Kalsø sum næstforkvinnu.