Føroya Tele
Føroya Tele samtakið hevði eitt sera gott ár í fjør. Í gjár var ársroknskapurin lagdur fram alment, og hann vísir eitt avlop á 50,1 milliónir krónur fyri 2005. Hetta er eitt avlop, sum er næstan eina helvt størri enn árið fyri.
Eg eri sera væl nøgdur við úrslitið. Vit høvdu eitt sindur av niðurgongd í 2003 og 2004, men nú tykist vend verða komin í, sigur Andras Róin, stjóri fyri Føroya Tele samtakið.
Stórur umsetningur er í fastnetinum, men GSM-tænasturnar kasta framvegis nógvar pengar av sær til Føroya Tele. Internetið skapar framhaldandi størri umsetning, men har eru ikki teir somu pengarnir at vinna sum við GSM-tænastunum.
Vit hava lækkað starvsfólkkostnaðin, samstundis sum vit hava økt virksemið hjá okkum, og tað eri eg væl nøgdur við, sigur Andras Róin.
Hægri inntøkur
Føroya Tele útskilti á sumri 2005 kervis- og kundatænasturnar í hvørt sítt dóttirfelag. Hetta var gjørt fyri at tryggja betri fokusering og betri gjøgnumskygni millum virkisøkini. Føroya Tele samtakið er nú dóttirfeløgini P/f Televarpið, P/f FT Net og P/f FT Samskifti.
Samlaðu inntøkurnar hjá samtakinum vóru 307,2 mió. kr. í 2005, sum eru umleið tríggjar milliónir krónur meira enn í 2004. Størsti vøksturin stavar frá internet breiðbandi og Televarpinum. Hóast størsta inntøkukeldan enn sum áður er fastnetið, so hevur ein lækking verið í inntøkunum frá hesum virkisøkinum umframt frá uttanlandssamskifti.
15 milliónir størri avlop
Úrslitið gjørdist 50,1 mió. kr., eftir at 9,6 mió. kr eru settar av til skatt. Tað er 15,6 mió. kr. meira enn í 2004 og svarar til eina framgongd á 45%. Tað góða úrslitið stavar í høvuðsheitum frá lægri avskrivingum og lægri lønarkostnaðum, samstundis sum ein lítil vøkstur var í samlaðu søluni.
Í 2005 vórðu íløgur gjørdar fyri 45,8 mió. kr. netto, og tað er munandi minni enn tey seinastu árini. Væntandi fara íløgurnar at vaksa í 2006 og komandi árini. Orsøkirnar til hetta eru millum annað breiðbands- og fipurútbyggingar, og at ein nýggjur uttanlandskaðal møguliga verður lagdur.
Meira í útlandinum
Nú tá ið Føroya Tele hevur so stórt avlop, kunnu vit so vænta príslækkingar?
Útlitini fyri 2006 eru hampuliga góð, men kappingin á telemarknaðinum í Føroyum er sera hørð. Vit kappast dagliga um kundar og tænastur, og eg rokni við, at tað fer at merkja støðugar príslækkingar frameftir, sigur Andras Róin.
Hann heldur eisini, at skal framgongdin hjá Føroya Tele haldast næstu árini, so má felagið út um landoddarnar tey kunnu ikki bara líta á føroyska marknaðin.
Tað er avgerandi fyri okkum, at vit økja okkara umsetning í útlandinum. Tað er neyðugt, um Føroya Tele skal vaksa um sítt virksemi, sigur hann.
Vit arbeiða miðvíst fram ímóti, at vit kunnu fáa størri virksemið uttanfyri Føroyar, og her kemur vónandi ymiskt at henda næstu árini.