Føroya Tele fer í næstum at skriva undir sáttmála við eitt av heimsins størstu oljufeløgum, BP, ein sáttmála, sum kann koma at tátta í 100 mill. kr skrivar Sosialurin í dag. Talan er um at binda tvey av teimum framleiðandi oljufeltunum vestan fyri Hetland, Schiehallion og Clair, í Shefarkaðalin, sum í løtuni verður lagdur millum Hetland og Føroyar. Hesin sáttmálin kann gerast duraopnarin hjá Føroya Tele at koma inn sum veitari av ymsum teletænastum til eitt stórt oljufelag. Hetta verður eftir øllum at døma størsta einstaka samstarvsverkætlan føroyska telefyritøkan hevur gjørt.
Sosialurin skilur, at samráðingarnar um hetta sera spennandi og avbjóðandi samstarvið millum ta størstu KT fyritøkuna í Føroyum og so hetta eina av heimsins størstu oljufeløgum er við at koma undir land.
Talan verður um munandi sparingar fyri oljufelagið og nútímansgerð av samskiftinum millum oljufelt, har BP er fyristøðufelag og so høvuðsskrivstovurnar á landi. Higartil hevur BP verið noytt til at senda data- og KT serfrøðingar út á framleiðslustøðini, te. framleiðslupallin á Clair og framleiðsluskipið á Schiehallion oljufeltunum at taka sær av uppgávunum. Hetta krevur bæði flutning og pláss umborð. Við at leggja smærri kaðalar millum hesi framleiðsluplássini og Shefarkaðalin, sum gongur úr Skotlandi um Hetland til Føroya, kunnu tey senda næstan óavmarkað av data víðari til støðirnar á landi, har hesi síðani verða viðgjørd. BP fær sostatt umvegis Shefarkaðalin eitt samband við bretska meginlandið. Eitt er so kaðalsambandið, eitt annað er sjálvur trafikkparturin. BP fer sum skilst at leiga kapacitet yvir fimm ár fyribils skrivar Sosialurin m.a.