Føroya Tele í Politico um kinesiska njósning

Føroya Tele hevur framvegis eingi prógv fyri, at Huawai fremur ídnaðarnjósning

- Tað er klárt at hetta ávirkar okkum, og vit taka ákærurnar sera álvarsamt.

Soleiðis sigur stjórin á Føroya Tele, Jan Ziskasen, um ákærurnar móti Huawai um ídnaðarnjósing.

Tað er altjóða miðilin Politico, sum hevur fingið fatur í Jan Ziskasen í sambandið við nýggja 5g netið, ið Føroya Tele er í ferð við at fáa upp á beinini saman við kinesiska telerisanum Huawai.

Huawai hevur leingi verið undir sjóneykuni hjá fleiri fregnartænastum, serliga teirri amerikansku, ið leggja Huawai undir at fremja ídnaðarnjósning gjøgnum telefon- og nettøkni. Huawai hevur avvíst ákærurnar, og við Politico sigur Jan Ziskasen, at so leingi sum eingi ítøkilig prógv eru fyri njósning, so heldur samstarvið fram.

- Eg havi gjørt íløgur í hesum fyri 120 milliónir, so eg havi brúk fyri haldgóðum prógvum, men eg havi framvegis ikki sæð nakað, sigur Jan Ziskasen við Politico.

Føroyar hava sum vera man ongan møguleika at gera sjálvstøðugar metingar um kinsesiska njósnan, men mugu dúva upp á kunning frá millum annað ES. Politico skrivar, at ES vil hava eina felags meting um njósnarvandan frá Huawai fyrst í oktober, men Jan Ziskasen sigur, at í Føroya Tele hava tey einki frætt.