Føroya Tele noyddist at siga 15 fólkum úr starvi fyri tryggja fyritøkuna.
Tað sigur Kristian Davidsen, stjóri, við Rás2.
Krøvini og kappingin um upplagdar prísir og nýggjar vørur er stór, og felagið roynir at brynja seg til framtíðina.
Tað er neyðugt, um felagið framvegis skal standa seg í kappingini.
Føroya Tele noyðist somuleiðis at tillaga seg nútíðini við fíggjarkreppuni.
Kristian Davidsen heldur ikki, at tað minkar stórvegis um virksemið, hóast starvsfólkahópurin er minni.
- Tøknin er stór, og prosessin er meira einkul, sigur Kristian Davidsen. Stjórin væntar ikki at fleiri uppsagnir verða í næstum.
Føroya Tele hevur millum annað gjørt av at útveita alt Nummarkall til ANSNI, sum hevur røkt tænastuna um kvøldið og um náttina síðan 2008.