Føroya Tele: Neyðugt við stórum yvirskoti

Á aðalfundinum hjá Føroya Tele fríggjadagin kundi leiðslan vísa á eitt ársúrslit upp á 18,3 milliónir krónur eftir skatt í 2008. Hóast tað kann runga í oyrunum á fleiri, at úrslitið ikki er nógv meira enn nøktandi, er tað eitt neyðugt yvirskot

Vinnubúskapur

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Eftir at fimm milliónir eru útgoldnar í vinningsbýti til landskassan, tríggjar milliónir eru settar av til starvsfólk, ið vórðu søgd úr starvi í november, fýra milliónir til hægri rentuútreiðslur, sjey milliónir til dýrkað uttalandssamband, ella tilsamans 23 milliónir krónur í meirútreiðslum, kundi Føroya Tele fríggjadagin vísa á eitt yvirskot á 18,3 milliónir krónur eftir skatt í 2008.

- Alt tikið við, so er tað eitt gott úrslit. Sjálvandi var tað betri, um úrslitið var størri, men man er ikki harri yvir øllum teimum tingunum, sum henda. Tað sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.


Framtíðin krevur yvirskot

Nevndin og leiðslan í Føroya Tele fegnast um, at tað eydnaðist samtakinum at koma úr 2008 við einum rímiligum avlopi, og at tað tí eydnaðist at halda fast í kósini, tey hava sett sær fyri. Men hví eitt yvirskot á 18,3 milliónir krónur ikki eru meira enn eitt rímiligt avlop, eru tað fleiri, ið munnu ivast í.

Nógv kunnu kanska freistast til at siga, at yvirskotið varð betri nýtt til at lækka prísirnar á telefoni og internet, heldur enn til eina glæstriborg og glinsandi gratisavísir.

Men sambært stjóranum á Føroya Tele er tað neyðugt við einum slíkum yvirskoti, skal fyritøkan kunna ganga á odda í tøkniligu menningini á føroyska samskiftismarknaðinum.

- Ein sunn fyritøka er áhugaverd fyri eigaran, og ein fyritøka sum einki yvirskot hevur, hvat virði hevur hon fyri eigaran. Vit vilja reka fyritøkuna so effektivt sum møguligt. Skal tú samstundis verða við til at tryggja tær nýggjastu tænasturnar til kundan, so er tað neyðugt, at tað verður eitt ávíst yvirskot, til tess at fáa neyðugu orkuna til tað, sum framtíðin krevur, sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.


Lítið rúm fyri at snáva

Føroya Tele er ein samskiftisfyritøka við einum umsetningi í 2008 á 435,8 milliónir krónur. Yvirskotið fyri 2008 er sostatt góð fýra prosent av umsetninginum. Nógv rúm er sostatt ikki til at snáva, tá feilmarginalurin er so lítil.

Tískil er tað neyðugt hjá leiðsluni at reka fyritøkuna so effektivt sum gjørligt.

- Tað verða altíð nøkur fólk, sum vera ónøgd við at felagið hevur yvirskot heldur enn at lækka prísin, men tað verða nokk líka nógv ónøgd fólk, um fyritøkan koyrdi við undirskoti, og peningurin í síðsta enda mátti hálast úr landskassanum. Men í síðsta enda er tað ein eigaraspurningur, um fyritøkan skal geva yvirskot ella ikki, og eigarin er landið, greiðir Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele, frá.

Fyri 2009 hevur felagið vónir um eitt betri ár enn 2008.

- Vit vænta at tað verður størri enn í 2008 og minni enn í 2007, tá tað var 38,5 milliónir. So eg rokni við at tað verður umleið 30 milliónir krónur, sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri.